IMG 0235
Handilsvinnufelagið

Pantskipanin skal bæði vera smidlig og effektiv

22. apríl. 2024 | Tíðindi | Handilsvinna | Burðardygd

Ein pantnevnd skal tryggja, at pantskipanin er so effektiv sum gjørligt, heldur Handilsvinnufelagið

Tað er sera týdningarmikið, at komandi pantskipanin er so smidlig sum gjørligt, so at føroyski borgarin ómakaleyst kann sleppa av við alt sítt pant á einum staði. Tað heldur Handilsvinnufelagið, sum fríggjadagin var á hoyringsfundi í rættarnevndini í samband við uppskotið um nýggja pantskipan.

Pantnevndin við 
Fyrst í januar sendi Handilsvinnufelagið inn hoyringsskriv til Umhvørvismálaráðið í samband við uppskotið um nýggja pantskipan. Á hoyringsfundinum fríggjadagin endurtók Handilsvinnufelagið sama boðskap sum í hoyringsskrivinum. Handilsvinnufelagið tekur yvirskipað undir við uppskotinum og fegnast um at pantnevndin, ið felagið eftirlýsti í uppskotinum, nú er tikin við.

Ein effektiv skipan
Pantnevndin skal tryggja, at pantskipanin er so effektiv sum gjørligt. Í eini effektivari pantskipan liggur eisini, at skipanin til eina og hvørja tíð kann halda kostnaðin av skipanini so langt niðri sum gjørligt, ið kemur at gagna bæði vinnu og viðskiftafólkið. Handilsvinnufelagið mælir til, at pantnevndin verður mannað av teimum, sum fara at umsita pantskipanina, ið eru innflytarar, framleiðarar og sølustøð.

Hoyringssvarið hjá Handilsvinnufelagnum kann lesast her:
https://www.industry.fo/kunningartilfar/uppskot-til-loegtingslog-og-kunngerd-um-pantskipan-fyri-iloet

Annað á breddanum

  1. Kunningartiltak um verkfallið

    Í sambandi við at tey fýra arbeiðarafeløgini hava lýst verkfall, skipar Føroya Arbeiðsgevarafelag fyri kunningartiltaki fyri limum felagsins í dag

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Vinnuhusid 4
  2. Kunna um verkfallið í Varpinum í Klaksvík

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar kl. 10.00 í morgin, týsdagin, fyri kunningarfundi í Varpinum í Klaksvík um verkfallið.

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Vinnuhusid 4
  3. Kunningartiltak í Suðuroy um verkfallið

    Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningarfundi á Seglloftinum á Tvøroyri kl. 09.00 mikudagin um verkfallið.

    13. Mai. 2024 | Sáttmálasamráðingar
    Vinnuhusid 4