Tíðindi: Almenn tíðindi Ι .
Samskifti og Handilsvinnufelagið: Marknaðarføringslógin longu ótíðarhóskandi
Tað er avgerandi, at føroysk vinna virkar undir somu treytum sum vinnur aðrastaðni, og at føroyskar fyritøkur ikki skulu halda seg til marknaðarføringsreglur, sum eru strangari enn aðrastaðni.

 

Her er eitt valynski frá Samskifti og Handilsvinnnufelagnum. Fleiri valynski kunnu lesast her

 

Tørvur er á at gera dagføringar í marknaðarføringslógini, og vinnugreinafeløgini Samskifti og Handilsvinnufelagið mæla til

 

- at arbeitt verður við at endurskoða og dagføra grein 6, sum viðvíkur direct marketing

 

Handil og marknaðarføring eru merkt av altjóða samhandli og altjóðagerð. Tað er tískil umráðandi, at føroysk vinnurekandi ikki skulu taka serlig atlit til serstakar føroyskar reglur á økinum og soleiðis møta óneyðugum forðingum í mun til fyritøkur í londunum kring okkum. Vinnugreinafeløg í Vinnuhúsinum royndu í vetur at fáa endurskoðað partar av lógini, men komið varð ikki heilt á mál.

 

Marknaðarføring á sosialum miðlum
Serliga er tað marknaðarføring á sosialum miðlum, sum er torfør at handfara í dag . Mett verður, at ásetingarnar í lógargreinini eru ótíðarhóskandi, og at neyðugt er við eini dagføring. Í Danmark er ein nevnd við umboðum úr vinnuni, serfrøðini og embætisverkinum sett at endurskoða marknaðarføringslógina, har atlit verða tilkin til tøknuligu menningina og harvið sosialar miðlar.

 

Vit flyta okkum alsamt nærri einum pappírleysum samfelagi, og tískil er natúrligt at søla og marknaðarføring eisini flytur seg til elektronisku miðlarnar. Henda tilgongd stuðlar burðardygdini, og eigur vinnan ikki at liggja undir strongum reglum viðvíkjandi elektroniskum posti.

 

Greiðar reglur at halda seg til
Sum § 6 í løtuni er snikkað, skulu vinnurekandi, tá tey senda út tilfar elektroniskt, taka dagar í millum, hvørt talan er um kunning ella um marknaðarføring. Hvar markið millum kunnning og marknaðarføring liggur, er ikki nóg greitt, og so hvørt sum samskiftishættirnir millum vinnurekandi og kundar broytast, gerst hetta alt meiri torfør at handfara.

 

Tað er ein trupulleiki, at vinnan ikki hevur greiðar definitiónir at halda seg til, tá ið hon í sínum
dagliga arbeiði skal syrgja fyri at halda hesa, fyri vinnuna, sentralu áseting. Í verandi støðu er torført hjá teim vinnurekandi at vita, nær tey halda seg innan lógarinnar mark, og nær tey ikki gera tað.

Vónandi fara føroyskir myndugleikar og politikarar at taka hesa áheitan í álvara og virka fyri, at vinnan hevur greiðar tíðarhóskandi treytir at virka undir.

 

Vinarliga

 

Samskifti og Handilsvinnufelagið

 

Samband: Niels Arge Galán

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi