Tíðindi: Áskoðan Ι 27. apríl 2015
Vinnupolitikkur er grundarlagið undir vælferð
Vallyfti skapa ikki vælferð, tað ger vinnulívið.
Samband

Marita Rasmussen
Stjóri

Fartlf: 73 99 09
t-post: marita@industry.fo

 

Løgtingsval verður í hesum árinum og tey, sum ætla sær sess í Løgtinginum komandi valskeið, kappast um at tekkjast veljaranum. Felags fyri hesi er, at tey hava nógv gylt lyfti. Rokningin skal eftir øllum sólarmerkjum sendast vinnuni, so ella so.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tó, at hugflogið er vorðið í so stórt, tá tað ræður um, hvussu vallyftini skulu fíggjast. Tí minnir felagið verandi og komandi politikkarar á, at tað er førdi vinnu- og fíggjarpolitikkurin, sum er grundarlagið undir langtíðarvælferðini hjá borgarunum í hesum landinum. Tað, komandi løgtingslimir mugu gera sær greitt, er, at tað er eitt kappingarført føroyskt vinnulív, sum vinnur pening til framtíðar íløgur, og sum tryggjar vælferðina!

 

Vallyftini eru stór, og tað er ikki tann spurningur ella tann avbjóðing fyri samfelagið og einstaka borgaran, sum komandi løgtingsfólk ikki vilja syrgja fyri verða loyst. Tá spurningurin um fígging verður umrøddur, verður spurningurin um umraðfestingar innan verandi fíggjarkarmar næstan ikki tikin uppá tungu. Í staðin verður mælt til at økja um skattabyrðina.

 

Nærum hvønn einasta dag koma nýggjar og alt meira fantasifullar útmeldingar um tann vinnu- og fíggjarpolitikk, sum ætlanin er at føra aftaná løgtingsval. Tí kann tað vera neyðugt at steðga á og hyggja at, hvat tað er, sum hevur skapt vælferðina tey seinastu árini. Og væl at merkja ikki vælferð fyri tey fáu, men vælferð fyri fjøldina av føroyingum.

 

Aftaná kreppuna í 90’unum legði man vinnupolitiskt á nýggjan bógv. Høvuðsboðskapirnir í førda vinnupolitikkinum vóru nú stuðulsveikar vinnuframaskipanir, við støðugum og góðum kørmum fyri vinnuna. Hesin politikkur varð serliga festur á blað í 1999, tá Vinnumálastýrið gav út 5 smárit um vinnupolitikk, og er síðani endurtikin í ymsum frágreiðingum hjá teimum skiftandi samgongunum.

 

Síðani hava skiftandi samgongur verið rættiliga samdar um at føra ein vinnupolitikk, sum á týðandi økjum hevur verið rættiliga støðugur, tó at vinnan kundi hugsað sær, at meira orka innan tað almenna varð nýtt til at betra karmarnar á øðrum økjum av týdningi fyri vinnuna.

 

Men tað, at týðandi karmar eru støðugir, gevur vinnuni áræði at gera tær íløgur, sum eru neyðugar fyri at búskapurin kann vaksa, og vit tí kunnu skapa nýggj arbeiðspláss. Førdi vinnu- og fíggjarpolitikkurin seinastu 20 árini var eisini orsøkin til, at allur samfelagsbúskapurin ikki fór heilt í svart, tá fíggjar- og búskaparkreppan herjaði her á landi. Fyritøkurnar vóru førar fyri at fóta sær og gera neyðugar íløgur. Úrslitið síggja vit í dag við lágum arbeiðsloysi og vøkstri bæði í búskapinum, í talinum á arbeiðsplássum og lønargjaldingum. Hóast fjølmiðlarnir ofta hava hug at tekna eina aðra mynd, hava vit øll fingið tað betri seinastu áratíggjuni. Eisini tey á so kallaðu niðastu rók. Hagtølini vísa, at samstundis sum vit hava búskaparvøsktur, eru vit framvegis eitt av heilt fáum londum, har tað er so lítil munur á ríkum og fátøkum.

 

Fyri hesi fólk, og vinnulívið sum heild, er týdningarmikið, at komandi løgtingsfólk viðurkenna, at vinnupolitikkurin, sum førdur verður, hevur stóran týdning fyri tær fyritøkur, sum skulu skapa størvini nú og í framtíðini og soleiðis eisini fyri einstaka føroyingin. Eingin ivi er um, at jú betur tað gongur í vinnuni, betur gongur hjá einstaka føroyinginum og betur gongur hjá øllum føroyska samfelagnum.

 

Tað eru vinnufyritøkurnar, sum standa fyri vøkstrinum í búskapinum, og sum tryggja føroyingum arbeiðspláss. Tískil er tað sera umráðandi, at vinnufyritøkurnar hava høvi at vinna pening, konsolidera seg og gera hart tiltrongdar íløgur, sum tryggja framtíðar arbeiðsplássini í vinnuni.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag heitir tí á øll tey, sum bjóða seg fram til Løgtingið, at seta sær mál um ein vinnupolitikk, sum stimbrar vinnuligum virksemi, íløgum og soleiðis menning av øllum samfelagnum.

 

Fleiri Áskoðanir