Tíðindi: Áskoðan Ι 31. august 2015
Vinnupolitikkur í valdystinum
Føroya Arbeiðsgevarafelag mælir politisku flokkunum til langtíðarsemjur og tryggan vinnupolitik, sum skapar grundarlag fyri kappingarførum vinnuvirksemi í Føroyum.

 

Í valdystinum hevur vinnupolitikkur ikki fingið stóra rúmd. Felags fyri politisku flokkarnar er, at teir kappast um at koma við uppskotum um, hvussu peningur kann dragast út úr fiskivinnuni umvegis tilfeingisgjøld. Lítið hugaligt fyri vinnufyritøkurnar í hesi vinnugrein, og undrunarvert heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag tað verða, at tey uppstillaðu hava so lítla virðing fyri ásini í føroyskari vinnu. Virksemið í fiskivinnuni skapar grundarlag undir teimum fyritøkum kring landið, sum eru veitarar til hesa vinnu. Í samstarvi við hesar verða skaptar nýggjar spennandi tøkniligar loysnir, sum eru við til at fleirtátta føroyskt vinnulív og harvið eisini føroyska búskapin.

 

Í ársfrágreiðingum Føroya Arbeiðsgevarafelags brúkar felagið høvi at koma við tilmælum til politisku skipanina um ymisk mál. Tá tað kemur til tilfeingisgjald hevur felagið í ársfrágreiðingini fyri 2013 tað tilmæli, at politiska skipanin finnur ein fastan leist, sum eitt møguligt tilfeingisgjald frá fiskivinnuni verður kravt inn eftir, og at vinnan verður tikin við uppá ráð. Eisini verður mælt til, at peningurin frá slíkum gjaldi verður settur í Búskapargrunn. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at skipan við tilfeingisgjaldi skal ikki taka virkishugin frá teimum vinnurekandi, og tískil er neyðugt, at skipanin verður grundað á ein staðfestan og áhaldandi vinning. Stóran týdning hevur tað eisini, at eitt slíkt gjald ikki hevur neiliga ávirkan á kappingarførið hjá vinnuni í mun til umheimin.

 

Viðvíkjandi uppboðssølu av veiðurættindum mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til varsemi og farast má ikki undir at gera ókend eksperiment við okkara fiskivinnu har vandi er fyri, at føroyska fólkið verður húskallur í egna húsi, um útlendskur stórkapitalur keypir øll veiðurættindi undir Føroyum. Eksperimentið við uppboðsølu av náttúrutilfeingi er roynt í minni mentum londum við ógvusligum búskaparligum og sosialum avleiðingum. Tað mugu verða aðrir møguleikar at tryggja meira gjøgnumskygni í tillutan av fiskiloyvum og møguleikum hjá øðrum at sleppa upp í part.

 

Somuleiðis mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag til, at politiska skipanin skapar frið kring loyvisgjaldsskipanina fyri alivinnuna, soleiðis sum arbeiðsbólkurin umboðandi politisku skipanina og alivinnuna var samdur um.

 

Yvirskipað hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag harafturat tað sjónarmið, at tað hevur alstóran týdning, at vinnukarmarnir í Føroyum eru støðugir, og at kappingarførar treytir eru galdandi í einum og øllum, bæði á útflutningsmarknaðunum og á heimamarknaðinum. Sum áður hevur verið víst á, so hevur tað alstóran týdning, at vinnan hevur atgongd til tøka arbeiðsmegi, eisini útlendska, at vinnan hevur atgongd til marknaðir fyri vørur sínar og at skattaskipanin má vera rætt samansett, so vit ikki skatta fólk av landinum. Í mun til hetta síðsta hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag gjørt eitt uppskot til umlegging av skattaskipanini, sum til ber at lesa her.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil eisini nýta høvi til at ynskja øllum valevnum eitt gott val.

 

Bergur Poulsen, formaður

 

 

 

 

Fleiri Áskoðanir