Arbeiðsmarknaðurin á landi verið skipaður í 100 ár

 

Í ár eru 100 ár síðan, at føroyski arbeiðsmarknaðurin á landi av álvara byrjaði at skipað seg.

 

Hetta hendi, tá fyrsti sáttmáli millum eitt fakfelag øðrumegin og eitt arbeiðsgevarafelag hinumegin varð undirskrivaður 7. februar 2016. Feløgini, sum undirskrivaðu sáttmálan, vóru Havnar Arbeiðsgevarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag, sum bæði vórðu stovnað sama árið.

 

Fyrstu sáttmálarnir snúu seg einamest um løn og arbeiðstíðir. Við tíðini eru karmarnir kring sáttmálar og sáttmálasamráðingar vorðnir meira fastir, og semja hevur í stóran mun verið um, hvussu hesi viðurskifti eiga at vera skipað. Føroyski arbeiðsmarknaðurin er nú skipaður við arbeiðsgevarafeløgum, fakfeløgum og arbeiðsmarknaðarlógum og –stovnum.

 

Partarnir á arbeiðsmarknaðinum skipa seg í stóran mun sjálvir, tá tað kemur til lønar- og setanarviðurskifti hjá løntakarum og viðurskifti millum arbeiðsgevarafeløg og fakfeløg. Harafturat hava partarnir á arbeiðsmarknaðinum, bæði almennu og privatu, við Fasta Gerðarrætti gjørt sáttmála um skipaða trætuloysn.

 

Tá tað kemur til meira samfelagsyvirskipað viðurskifti eru hesi skipað í lógum, sum vanliga verða gjørdar í tøttum samstarvi við partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Nevnast kann, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru umboðaðir í nevndum og ráðum, har viðurskifti við ávirkan á arbeiðsmarknaðin verða viðgjørd.

 

 

Fyrstu feløg og sáttmálar

 

Fyrstu fakfeløg og arbeiðsgevarafeløg á landi vórðu stovnaði í 1915 – 1916. Hetta var ikki leingi aftaná at danski arbeiðsmarknaðurin aftaná mikið stríð í 1899 skipaði seg við sokallaðu Septembersemjuni. Í Føroyum var ikki nøkur stór uppgerð, tí helst varð bygt á orrusturnar niðri.

 

Allarfyrsta fakfelagið, sum varð sett á stovn var Føroya Skipara- og Navigatørfelag í 1895, men á landi varð fyrsta fakfelagið “Enigheden” sett á stovn í 1915. So komu tey annars so við og við inntil 1937, tá ein steðgur var. Fyrstu fakfeløgini á landi vóru øll arbeiðarafeløg, men hesi feløg fevndu tá eisini um handverkarar. Hetta var støðan líka inntil 1951, tá Havnar Handverkarafelag varð stovnað. S&K varð stovnað í 1974.

 

Fyrsta arbeiðsgevarafelagið var Havnar Arbeiðsgevarafelag, sum var stovnað í 7. februar 1916, sama ár sum Havnar Arbeiðsmannafelag, og sama ár sum fyrsti kollektivini sáttmálin fyri arbeiðsmenn í Havn varð gjørdur.

 

Hetta var tó ikki allarfyrsti sáttmálin, sum varð gjørdur. Hann var gjørdur í 1915 millum Enigheden og arbeiðsgevarar á Tvøroyri. Tvøroyrar Arbeiðsgevarafelag varð tó ikki stovnað fyrrenn í 1918. Arbeiðs-gevarar í ávikavist Vági, Klaksvík og Fuglafirði skipaðu seg eisini saman til samráðingar, men stovnaðu ikki arbeiðsgevarafeløg.

Føroya Arbeiðsgevarafelag varð stovnað í 1943.

 

Líka inntil 1957 var talan um sáttmálar fyri arbeiðsmenn og handverkarar saman, men í 1957 varð fyrsti veruligi handverkarasáttmálin gjørdur.

 

Fyrstu sáttmálarnir snúu seg einamest um løn og arbeiðstíðir. Teir vóru ikki so skipaðir sum nú og vórðu ofta broyttir. Sum sagt varð fyrsti sáttmálin á landi gjørdur í 1915, og fyrsta verkfallið var longu í september sama ár. Við tíðini eru karmarnir kring sáttmálar og sáttmálasamráðingar vorðnir meiri fastir og semja er í stóran mun um, hvussu hesi viðurskifti eiga at verða skipaði.

 

 

Støðan í dag

 

Seinastu árini er talið av sáttmálum tó vaksi nógv, og nú 100 ár aftaná fyrstu sáttmálarnar hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag við undirfeløgunm 39 størri og minni sáttmálar við 20 fakfeløg. Eisini eru fleiri smá fakfeløg vorðin stovnað.

 

Á arbeiðsgevarasíðuni eru nú 5 arbeiðsgevarafeløg. Fýra av hesum – Føroya Prentsmiðjufelag, Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum, Føroya Handverksmeistarafelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip – eru limir í tí fimta, sum er Føroya Arbeiðsgevarafelag. Fyri fiskivinnuna á sjónum er harafturat Føroya Reiðarafelag, men tað er ikki partur av Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Hetta er úrslitið av eini framhaldandi samskipan av arbeiðsgevarasíðuni, og hon hevur sostatt skipað seg í Føroya Arbeiðsgevarafelag , sum antin førir ella er við í øllum samráðingunum við fakfeløgini.

 

Á fakfelagssíðuni á privata arbeiðsmarknaðinum eru sum nevnt eini 20 fakfeløg. Føroya Arbeiðsgevarafelag metir, at tað hevði verið ein fyrimunur um fakfelagssíðan skipaði seg í størri eindir, soleiðis at hesar veruliga kundu virkað fyri einum framhaldandi skipaðum arbeiðsmarknaði. Tað hevur týdning, at fakfeløgini framhaldandi varðveita sína styrki, til tess at røkja síni áhugamál og sín leiklut bæði mótvegis arbeiðsgevarum, men eisini í sjálvari skipanini, tey virka í.

 

 

Friður á arbeiðsmarknaðinum er ikki ein sjálvfylgja

 

Tað er ikki ein sjálvfylgja, at friðarligi føroyski arbeiðsmarknaðurin, sum er bygdur upp hesi seinastu 100 árini, heldur fram. Um ikki bæði arbeiðsgevarasíðan, fakfelagssíðan og politiska skipanin kenna spælireglurnar og sína ábyrgd, er tíverri sannlíkt, at føroyski arbeiðsmarknaðurin fær stórar avbjóðingar í tíðini, sum kemur. Verður tann javnvág, sum enn er millum arbeiðsgevarafeløg, fakfeløg og politisku skipanina, brotin, er vandi fyri, at tað verða fleiri arbeiðssteðgir, fleiri stríðsmál og størri órógv á arbeiðsmarknaðinum, og hesum er føroyska samfelagið als ikki tænt við.