Tekna teg sum lim

 

Fyri at gerast limur í Føroya Handverksmeistarafelag skal ein vera limur í einum av lokalfeløgunum

 

 

Niðanfyri eru leinkjur til tilmeldingarskjøl til innliman í lokalfeløgini.

 

Tilmeldingarskjal - Havnar Handverksmeistarafelag

 

Tilmeldingarskjal - Eysturoyar Handverksmeistarafelag

 

Tilmeldingarskjal - Meistarafelagið í Klaksvík

 

Tilmeldingarskjal - Suðuroyar Meistarafelag


Tilmeldingarskjal - Vága Handverksmeistarafelag

 

 

Skrivlig umsókn um limaskap skal sendast Føroya Handverksmeistarafelag saman við avritið av sveinabrævið, sum tekur støðu til umsóknina.

 

 

Tá ein teknar seg sum lim, ber eisini til at skráseta seg í Veitaraskránna á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum. Sí leinkja her: http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=11941

 


Limir kunnu gerast:

a. Handverkari, sum tekur upp sjálvstøðugt handverksstarv, hevur útbúgving sambært galdandi yrkisútbúgvingarlóg og hevur yrkisgóðkenning, har slík krevst.

b. Vinnufeløg á privatvinnuligum grundarlagi, eitt nú partafeløg, lutafeløg ella annar felagsskapur, um nevndin metir tey lúka treytirnar fyri upptøku.

c. Almennir, hálvalmennir og kommunalir stovnar og felagsskapir, ið ikki verða riknir á privatvinnuligum grundarlagi. Upptøkan skal fara fram í ávísari/um yrkisgrein/um og uppgevast skal ábyrgdarmaður/menn í hvørji yrkisgrein. Loyvt er ikki at økja um handverksvirksemi stovnsins ella felagsins, at vinna fyri aðrar enn stovninum sjálvum ella at starvast í aðrari yrkisgrein enn teirri/teimum, ið limaskapurin fevnir um, uttan so, at nevndin gevur sítt samtykki.

d. Handverksmeistarafeløg kring landið, um lógir teirra eru í samsvar við mið og mál felagsins og sum seta punkt a, b ella c sum minstukrøv til teirra limaskarað.