Lóg fyri Reiðarafelagið fyri Farmaskip

 

Vanligar treytir
§ 1
Navn felagsins er Reiðarafelagið fyri Farmaskip og heimstaður felagsins er Tórshavn.
 
§ 2
Endamál felagsins er at savna allar reiðarar fyri føroysk farmaskip til at útinna felags áhugamál, m.a. at gera sáttmálar við feløgini fyri manningarnar á føroyskum farmaskipum, eins og á øðrum økjum at verja felags áhugamál limanna.
 
§ 3
Reiðarir og eigarir av føroyskum farmaskipum kunnu gerast limir í felagnum við at venda sær til felagið, og um nevndin játtar teimum felagskap.
 
§ 4
 Aðalfundurin
Aðalfundurin hevur hægsta ræðið í felagnum. Atkvøðrætt á aðalfundinum hava felagslimirnir við einari atkvøðu fyri hvørjar 1.000 krónur goldnar í limagjaldi.
 
Ein limur hevur rætt til at geva umboð fulltrú til at møta á fundum felagsins og greiða atkvøðu sína vegna.
 
§ 5
Tann vanligi aðalfundurin verður hildin eina ferð um árið innan 1. juli. Aðalfundurin verður hildin í Tórshavn.
 
Nevndin ásetur tíð og stað fyri aðalfundin, sum verður kunngjørdur limunum við minst 14 daga ávaring við brævi til hvønn einstakan lim.
 
§ 6
Øll mál felagsins viðvíkjandi kunnu verða viðgjørd á vanliga aðalfundunum. Tó kann lógarbroyting bert fara fram, tá ið uppskot um lógarbroytingina er sett fram frammanundan og broytingaruppskotið er lýst í kunngerðini um aðalfundin.
 
Til at broyta felagslógir, krevst, at í minsta lagi 2/3 av teimum greiddu avkvøðunum eru fyri lógaruppskotinum, og at tað í minsta lagi helvtin av limunum hava atkvøtt fyri.
 
Um ikki nóg nógvir limir eru komnir á tann vanliga aðalfundin, har uppskot er frammi um at broyta lógirnar ella aðra samtykt, ið krevur, at í minsta lagi helvtin av øllum, ið eiga atkvøðurætt, skulu atkvøða fyri, kann samtykt verða gjørd um at kalla saman til eykaaðalfundar. Á eykaaðalfundinum kann uppskotið um lógarbroyting ella aðra samtykt samtykkjast við minst 2/3 av teimum atkvøðunum, ið umboðaðar eru á fundinum, sjálvt um ikki helvtin av limunum eru á fundi.
 
Dagsskráin á vanliga aðalfundinum er henda:
 
  1. Framløga av limalista
  2. Frásøgn nevndarinnar frá farna árinum.
  3. Framløga av grannskoðaðum roknskapi frá farna árinum.
  4. Val av nevnd
  5. Val av grannskoðara
  6. Nevndarlimasamsýning og fundarpeningur.
  7. Ymiskt
 
Allar samtyktir á aðalfundinum skulu verða skrivaðar í gerðabókina, sum verður undirksrivað av teimum hjástøddu limunum ella umboð teirra.
 
Um ikki formaðurin leiðir fundin, kann aðalfundurin velja fundarstjóra.
 
Har ikki annað er tilskilað í lógunum, verða allar avgerðir samtyktar við vanligum meiriluta.
 
Eingin kann greiða atkvøða í egnari søk.
 
§ 7
Eykaaðalfundurin í felagnum kann verða hildin, tá ið nevndin heldur tað verða neyðugt, ella tá ið limir, ið umboða minst 1/3 av limunum, krevja tað. Nevndin avgerð tíð og stað. Lýst verður til eykaaðalfundar á tann hátt og so langa tíð frammanundan, sum nevndin avgerð.
 
§ 8
Nevndin
 
Í nevndini sita 3 til 7 limir, ið aðalfundurin velur millum felagslimirnar. Nevndarlimir skulu hava skrásettan bústað í Føroyum. Limirnir verða valdir fyri 2 ár í senn. Nevndin skipar tað soleiðis, at ikki allir limirnir standa fyri valið hvørt ár.
 
Í tann mun hetta er gjørligt, eiga allir viðkomandi skipabólkar at verða umboðaðir í nevndini.
 
Somuleiðis verður valdur ein roknskapargrannskoðari av aðalfundinum.
 
Nevndin skipar seg sjálv við formanni og næstformanni.
 
Nevndin setur skrivara og ásetur løn hansara.
 
Á hvørjum nevndarfundi verður gerðabók førd, sum verður undirskrivað av teimum hjástøddu nevndarlimunum.
 
§ 9
Nevndin tekur sær av áhugamálum felagsins, hevur fyrisætið við sjálvum felagnum og ansar eftir, at felagsins lógir og samtyktir verða hildnar.
 
Eingin gyldug samtykt kann verða gjørd á nevndarfundi uttan minst helvtin av nevndarlimunum taka lut í atkvøðugreiðluni, antin við at vera til staðar ella gjøgnum telefon. Eingin kann vera við til at viðgera síni egnu søk. Berst onkrun frá nevndarlimunum, kann formaðurin boðsenda tiltakslimi, um hann heldur tað vera neyðugt.
 
§ 10
Felagsins roknskaparár er álmanakkaárið.
 
Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av felagsins roknskapargrannskoðara.
 
Roknskapurin fyri árið skal liggja frammi uppgjørdur og grannskoðaður minst 14 dagar áðrenn ársaðalfundin.
 
§ 11
Hvør limur hevur skyldu til gjølla at halda lógir felagsins.
 
Tær avgerðir, ið aðalfundurin ella nevndin taka, eru bindandi fyri limirnar. Um limur tí ikki vil ganga undir eina tílíka avgerð, skal nevndin geva honum eina frest uppá ein mánaða at fáa viðurskifti síni í rættlag við felagið aftur.
 
§ 12
Skyldur og rættindi limanna
 
Hvør limur greiðir eitt árligt limagjald, sum er 2,0625 prom. av allari A-inntøku, limurin hevur útgoldið í Føroyum í farna álmanakkaári og 4.000 kr fyri hvørt skipið fleiri enn eitt skip, tó í mesta lagi 25 % av samlaða limagjaldinum. Nevndin ásetur eitt minstagjald. Reiðaríir, sum eru skipaði í somu koncern, verða í mun til limagjald at meta sum eitt og sama felag.
 
Limagjaldið er grundað á útgoldnar lønir, undantiknar lønir til stjórn og nevnd, undanfarna álmanakkaár.
 
Skuldi felagnum verðið tørvur á meiri peningi fyri at fremja serstøk mál, so kann nevndin royna at útvega henda pening við tilskotum frá limunum. Eisini kann aðalfundurin til útvegan av slíkum peningi álíkna limunum eykagjald av hvørjum kalendarári, tó ikki størri enn tað, ið svarar til tey vanligu limagjøldini.
 
Allir limir hava skyldu til at uppgeva til felagið, innan 15. februar, hvussu nógv er útgoldið í A-inntøku undanfarna ár.
 
Ognir felagsins verða varðveittar á tryggan hátt i banka, sparikassa ella í lánibrøvum.
 
§ 13
Uppsøgn av limaskapi og avtøku felagsins
Siga seg burtur úr felagnum kann eingin uttan við innskrivaðum brævi til felagið og við 6 mánaða ávaring til ein 1. januar. Tó kann eingin fara úr felagnum, meðan arbeiðstræta er, uttan so at nevndin gevur loyvi til hetta.
 
 
§ 14
Felagið kann verða tikið av við aðalfundarsamtykt, men einans tá ið minst 2/3 av samlaðu limunum í felagnum atkvøða fyri. Uppskot um avtøku felagsins má tó verða lýst fyri limunum eins og uppskot um lógarbroyting.
 
§ 15
Verður felagið tikið av, tekur aðalfundurin avgerð um, hvussu ognir felagsins skulu nýtast.
 
 
 
Tórshavn, tann 20. Mai 1986
Broyttar á aðalfundi 30. apríl 2008
Broyttar á aðalfundi 16. juni 2009
Broyttar á aðalfundi 15. apríl 2010
Broyttar á aðalfundi 12. mars 2012
Broyttar á aðalfundi 3. apríl 2014