Ein burðardygg ferðavinna

Fær ferðavinnan røttu karmarnar at virka undir, kann hon skapa stórt virði fyri allar føroyingar. Ferðavinnan kann skapa vøkstur og trivnað í pørtum av landinum, har virksemið annars er minkandi. Ferðavinnan økir um arbeiðsfjøldina, betrar um búskaparliga vøksturin og skapar spennandi nýggjar tænastur, sum føroyingar eisini kunnu njóta gott av, eitt nú eina ríkari matstovumentan. Talan er somuleiðis um eina rættiliga støðuga vinnu, sum ikki verður stórvegis ávirkað av búskaparligu gongdini annars.

Týdningarmikið er tó við skipaðum viðurskiftum, soleiðis at øll kenna seg trygg. Tørvur er á samskipan og menning. Náttúran er okkara tilfeingi, og henni skulu vit fara væl við, annars verður ongin ferðavinna.

Føroyar hava nakrar gimsteinar, sum flest øll ferðafólk ynskja at uppliva. Neyðugt er at taka serlig atlit til hesi øki og skipa tey í tøttum samstarvi við staðbundnu íbúgvarnar, soleiðis at ferðafólkavitjanir gerast ein fongur heldur enn ein bági fyri hesi støð.

Politiska skipanin stuðlar ferðavinnuni við tí endamáli at geva føroyska búskapinum fleiri bein at standa á. Hesar íløgur byrja at síggjast aftur í beinleiðis inntøkum og arbeiðsplássum um allar Føroyar, men føroyska ferðavinnan er enn í sínum barnaárunum og hevur framvegis tørv á at vaksa fyri at at gerast ein súla undir føroyska búskapinum. Vit hava tí í Føroyum møguleika at skipa ferðavinnuna, soleiðis at hon kann mennast burðardygt til frama fyri allar føroyingar.

Filmur sum Ferðavinnufelagið og Visit Faroe Islands hava gjørt í felag um møguleikar og avbjóðingar í ferðavinnuni. Filmurin er frá 2017.