Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 16. mars 2017
Útflutningstiltak
Byrjar: hósdagur 16. mars 2017 kl. 14:00

Endar: hósdagur 16. mars 2017 kl. 17:00

Hvar/stað: Vinnuhúsið, Óðinshædd 7

Leinkja:


Vinnuhúsið og Uttanríkis- og vinnumálaráðið skipa í felag fyri útflutningstiltaki í Vinnuhúsinum hósdagin 16. mars kl. 14-17.

 

Á tiltakinum verða framløgur um ymisk evni av áhuga fyri føroyskar útflutningsfyritøkur, eitt nú um hvørja ávirkan Brexit kann fáa fyri føroyskan útflutning og um útflutning til nýggjar marknaðir. Føroysku sendifólkini í ES, Russlandi, Onglandi, Íslandi og Danmark leggja fram um virksemið hjá sendistovunum, og um møguleikar fyri føroyskan útflutning og vinnulív. Harumframt leggur umboð fyri Uttanríkis- og vinnumálaráðið fram um ætlanirnar á handilsøkinum í 2017.

 

Tiltakið er ókeypis fyri limir í feløgunum í Vinnuhúsinum, men boðast skal frá luttøku á industry@industry.fo í seinasta lagi mikudagin 15. mars kl. 14.