Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 21. juni 2017
Kunningarfundur um vinnu ph.d verkætlanir og stuðul
Byrjar: mikudagur 21. juni 2017 kl. 15:00

Endar: mikudagur 21. juni 2017 kl. 16:30

Hvar/stað: Vinnuhúsið, Óðinshædd 7

Leinkja:

Hevur tú hugsað um eina granskingarverkætlan, sum kann loysa eina ítøkiliga avbjóðing, menna fakligu førleikarnar og skapa vøkstur í tykkara fyritøku ella tykkara vinnu? Nú er møguleiki at søkja stuðul til eina slíka verkætlan.

 

Vinnuhúsið og Granskingarráðið skipa fyri kunningarfundi um stuðulsmøguleikar og um vinnu ph.d. skipanina.

 

Greitt verður frá endamálinum við skipanini og krøvunum til umsóknir.

 

Øll eru vælkomin

 

Les meir her