Tíðindi: Kalendari Ι 6. desember 2017
Hvussu nógv KT-fólk eru í Føroyum?
KT-felagið skipar fyri spennandi heimleiðistiltakið fyri limum felagsins.
Byrjar: mikudagur 6. desember 2017 kl. 15:00

Endar: mikudagur 6. desember 2017 kl. 17:00

Hvar/stað: Vinnuhúsið, Óðinshædd 7, Tórshavn

Leinkja:

 

KT er ein sjálvsagdur partur av flest øllum arbeiðsplássum í dag. Men hvussu nógv fólk starvast við KT í Føroyum? Hetta setti KT-felagið sær fyri at kanna í heyst. Kanningin er gjørd eftir OECD leisti, og endamálið við kanningini er at kanna støðuna í KT-vinnuni. Við at nýta altjóða leist, kann støðan samanberast við støðuna í londunum, sum vit samanbera okkum við.

 

Á heimleiðistiltakinum verður úrslitið av kanningini av, hvussu nógv KT-fólk starvast í Føroyum, lagt fram.