Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 24. januar 2018
Triðja og seinasta skeið í BK17
Byrjar: mikudagur 24. januar 2018 kl. 08:15

Endar: hósdagur 25. januar 2018 kl. 16:00

Hvar/stað: Hotel Hafnia, Tórshavn

Leinkja:

Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið skipa í komandi viku fyri seinasta skeiðinum í nýggju byggireglunum, sum tekur støði í bygningskunngerðini, BK17.

 

Skeiðið verður á Hotel Hafnia mikudagin og hósdagin tann 24. og 25. januar.

 

Freistin at tekna seg er mánadagin 22. januar kl. 12.00.

 

Tilmelding:

Tilmeldingin, sum er bindandi, fer fram hjá Byggiharrasamtaki Føroya, t-postur: malu@lv.fo, tlf. 290 880, og við at rinda luttøkugjaldið á kontu nr. 9181-128.220.6 og viðmerkja ”BK17 skeið”.

 

Kostnaður:

Kostnaðurin fyri skeiðið er 4.000 kr. Um ein ynskir at fara upp í roynd, er prísurin 1.500 kr.​ 

 

Fyri at brynja byggivinnuna til at umsita og handfara nýggju byggireglugerðina, BK17, skipa Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið í samstarvi við Landsverk fyri skeiðum í nýggju byggireglunum.

Sum ein liður í at førleikamenna vinnuna endar hvørt skeið við einari roynd, ið – um royndin verður staðin – gevur eitt próvbræv. Byggiharrasamtak Føroya og Ráðgevarafelagið arbeiða fram ímóti, at byggiharrar og byggimyndugleikar í framtíðini kunnu krevja, at tey, sum søkja um byggiloyvir, í ávísum førum skulu hava próvbræv fyri at hava staðið roynd í BK17.

Skeiðið, sum verður mikudagin og hósdagin 24. og 25. januar, standa Marius Müller, deildarleiðari í Tórshavnar kommunu, og Rúni Abrahamsen, arkitektur hjá MAP Arkitektum fyri, og hetta skeiðið tekur støði í kapittul 1-3 í BK17.

 

Skráin fyri skeiðið er hendan:

 

Dagur 1
08.15 Morgunmatur
08.30  Innleiðing

08.45 Býarskipan og byggisamtyktir

09.15 Byggilógin og tilbúgvingarlógin

09.30 BK17 - Innleiðing til alla kunngerðina

09.45 BK17, kap. 1 - Fyrisitingarligar ásetingar

12.15  Døgurðasteðgur

13.00  BK17, kap. 2 - Byggiregulerandi ásetingar

15.15  BK17, kap. 3 - Innrætting av bygningum

16.00  Liðugt

 

Dagur 2

08.15  Morgunmatur

08.30  Innleiðing

09.00  Bk17, kap. 3 - Innrætting av bygningum

12.15  Døgurðasteðgur

15.00  BK17, kap. 6 - Inniumhvørvi

16.00  Liðugt