Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 23. mai 2018
Heimleiðistiltak um ES-fyriskipanina um persónsdátuvernd
Byrjar: mikudagur 23. mai 2018 kl. 15:00

Endar: mikudagur 23. mai 2018 kl. 16:30

Hvar/stað: Vinnhúsið - Óðinshædd 7, Tórshavn

Leinkja:

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri kunningartiltaki fyri limum í feløgunum í Vinnuhúsinum um nýggju ES-fyriskipanina um persónsdátuvernd.

 

Í sambandi við nýggju ES-fyriskipanina um persónsdátuvernd, sum kemur í gildi 25. mai í ár, verður eitt kunningartiltak í Vinnuhúsinum um nýggju fyriskipanina og ávirkanina av henni á føroysku vinnuna.

 

Tað verður Jógvan Svabo Samuelsen, fulltrúi á Lógartænastuni á Løgmansskrivstovuni, sum fer at halda fyrilestur og svara spurningum. Ein KT-grannskoðari og starvsfólk frá Dátueftirlitinum verða eisini til tiltakið.

 

Hóast Føroyar ikki eru limur í ES, og nýggja ES-fyriskipanin um persónsdátuvernd tískil ikki verður beinleiðis galdandi í Føroyum, so verða persónar og fyritøkur í Føroyum fevndar av ES-fyriskipanini í ávísum førum.

 

Hetta eru m.a. persónar og fyritøkur, sum bjóða út ella selja vørur ella tænastur í ES.

 

Ein av teimum størstu mununum á komandi lóggávuni í mun til verandi lóggávu er, at heimild verður at døma fyritøkum stórar bøtur fyri brot á regluverkið. Hetta er eisini galdandi fyri fyritøkur í triðjalondum hjá ES, sum selja vørur og tænastur til ES marknaðin.

 

Greitt verður nærri frá hesum á tiltakinum.

 

Nærri kunning um ES-fyriskipanina: https://www.datatilsynet.dk/vejledninger/vejledninger-databeskyttelsesforordningen/