Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 24. mai 2018
Kunningarfundur um semjuna við arbeiðarafeløgini
Byrjar: hósdagur 24. mai 2018 kl. 15:00

Endar: hósdagur 24. mai 2018 kl. 16:30

Hvar/stað: Vinnuhúsið, Óðinshædd 7, Tórshavn

Leinkja:

 

Hósdagin 24. mai kl. 15:00 verður kunnandi fundur í Vinnuhúsinum, har greitt verður frá broytingunum í sáttmálunum við arbeiðarafeløgini. Á fundinum verður semjan gjøgnumgingin, og eisini verður høvi at seta spuringar.

 

Kunningin er viðkomandi fyri starvsfólk, sum hava við starvsfólkaviðurskifti at gera, so sum starvsfólkaleiðarar, fíggjarleiðarar, lønarumsitarar v.m.

 

Til ber eisini at fylgja við fundinum á netinum, tí framløgan verður stroymd beinleiðis. Leinkja verður send við telduposti seinni í dag.

 

Allir limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag eru vælkomnir at møta í Vinnuhúsinum í morgin ella at fylgja við á netinum.