Tíðindi: Kalendari Ι 23. august 2018
Innflutningstiltak um EABS
Byrjar: hósdagur 23. august 2018 kl. 14:00

Endar: týsdagur 31. desember 2999 kl. 00:00

Hvar/stað:

Leinkja:


Tiltak verður í Vinnuhúsinum um innflutningsmøguleikar úr Eurasiatisku Búskaparsamgonguni (EABS) í sambandi við, at umboð fyri felagsskapin vitja í Føroyum.

 

Tað er Tatyana Volavaya, sum er ráðharri í kommissiónini fyri EABS, sum fer at greiða frá innflutningsmøguleikunum úr EABS til Føroya. Tatyana Volavaya hevði frammanundan umboðanina í EABS leiðandi starv innan altjóða samstarv í russisku stjórnini.  

 

Limalondini í EABS eru Russland, Hvítarussland, Armenia, Kasakstan og Kirgisia. Høvi verður at seta spurningar og lagt verður upp til prát eftir framløguna. 

 

Tiltakið verður hósdagin 23. august kl. 14.00, og áhugað kunnu tekna seg við at senda teldupost til industry@industry.fo