Koyrið so á motorin – nýggj vinnusjónarmið

Fyri at skapa eina góða framtíð í Føroyum mugu broytingar gerast. Ta fatan hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag, og fer felagið tí í nýggja bóklinginum “Koyrið so á motorin” at greiða nærri frá, hví so er, og at koma við tilmælum um broytingar.

 

Vøksturin í føroyska búskapinum er ov lítil, og vit mugu tí vera meiri nærløgd í mátanum, vit nýta okkara tilfeingi, soleiðis at meira kemur burturúr.
Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur tað vera avgerandi, at neyðugar avgerðir verða tiknar og politiskar ætlanir framdar í verki. Føroya Arbeiðsgevarafelag eftirlýsir eina greiða og haldgóða ætlan frá politisku skipanini um, hvør kósin fyri føroyska samfelagið skal vera. Við øðrum orðum, so er stundin komin at koyra á motorarnar. 

 

Í bóklinginum eru fýra høvuðstilmæli, og fleiri uppskot til tiltøk eru í bóklinginum

 

Vinnusjónarmið 2011 - samlað útgáva

 

Bóklingurin í pørtum niðanfyri:

 

Partur 1 - Ein haldgóð kós fyri Føroyar   

 

Partur 2 - Hvørjum skulu vit liva av í framtíðini

 

Partur 3 - Fortreytir fyri Føroyum sum vakstrarsamfelagi  

 

Partur 4 - Tilfeingi - Føroyar eitt vakstrarsamfelag

 

Partur 5 - Arbeiða skilabetri                             

 

Partur 6 - Frá menningarmøguleikum til úrslit

Framløga av Vinnusjónarmið 2011