Framtak
 
Framtak er Framtaksgrunnur Føroya, sum er ein almennur vinnurekandi grunnur, ið hevur sum endamál at gera íløgur í nýggj ella víðkað vinnutiltøk í Føroyum. Íløgurnar skulu hava eitt langsiktað kapitalavkast, ið stendur mát við váðan. Eisini leggur Framtaksgrunnurin dent á verkætlanir við høgum vitanarinnihaldi.
 
Íløgan hjá Framtaksgrunninum kann latast sum innskot í eginogn ella sum ábyrgdarlán. Tá íløgan verður latin sum innskot í eginogn, skal Framtaksgrunnurin avhenda síni partabrøv, tá rakstur og felag metast at hvíla á einum burðardyggum grundarlag.