Norden Business

 

Norðurlendska Ráðharraráðið  hevur gjørt leinkjuportalin Norden Business, sum hevur savnað viðkomandi leinkjur til almennar stovnar og regluverk, sum leggja karmar um at reka fyritøku í norðurlondunum.

 

Endamálið við portalinum er at geva eitt yvirblikk yvir lógir og reglur í einstøku norðurlondunum, við at velja einstaka landi og soleiðis fáa eitt skjótt yvirlit yvir, hvat er galdandi viðvíkjandi stovnsetan av fyritøkum, rekruttering av starvsfólki ella sølu og handli í teimum einstøku norðurlondunum.

 

Umframt leinkjuportalin er eisini møguleiki at finna leinkjur til viðkomandi myndugleikar, har tað ber til at fáa persónliga vegleiðing. Portalurin er á svenskum, donskum, finskum, norskum og íslendskum máli.

Málbólkurin er serliga smærri og miðalstórar fyritøkur, sum ynskja at stovnseta fyritøkur ella finna starvsfólk á norðurlendska marknaðinum.

 

https://nordenbusiness.org/home