Vinnuframi

Endamálið við Vinnuframa er, at hann skal stuðla vinnuni í avmarkaðan mun – uttan at veita rakstrar- og íløgustuðul. Grunnurin stuðlar tiltøkum, sum fjøltátta vinnulívið og økja um nýtsluna av vitan.
 
Tøki peningurin til stuðulsjáttanir eru árligu játtanirnar á fíggjarløgtingslógini, inntøkurnar hjá grunninum og ársúrslitið hjá grunninum frá undanfarnum ári.
Vinnuframi hevur, sambært lógini fyri grunnin, gjørt stuðulsskipanir, sum stuðul kann søkjast eftir. Stuðulsskipanirnar eru at finna á heimasíðu grunsins.

 


Fyri at søkja pening úr Vinnuframa, er umsóknarblað gjørt til endamálið. Umsóknarblaðið er at finna á heimasíðu grunsins.

 

www.vinnuframi.fo