Vinnulig førleikamenning

 

 

Jarðfeingi


Sambært grein 13 í loyvunum til leiting eftir og framleiðslu av kolvetnum skulu loyvishavararnir stuðla hægri ástøðiligari og verkligari útbúgving. Peningurin skal nýtast til verkætlanir, sum eru vinnufremjandi. Tað er ikki eitt krav, at virksemið skal vera knýtt at oljuídnaðinum. Stuðul kann eisini gevast til aðra vinnuliga førleikamenning.
 
Við vinnuliga førleikamenning verður hugsað um, at verkætlanin, sum fær stuðul, skal vera fremjandi fyri eina vinnu sum heild ella fyri eina ávísa fyritøku.

Upplýsingar, sum m.a. lýsa, hvørji krøv verða sett stuðulsmóttakarum, finnast í Leiðreglur fyri stuðul frá loyvishavarum til vinnuliga førleikamenning.
 
Sí heimasíðuna hjá Jarðfeingi, www.jf.fo.