Fiskivinnuroyndir
 
Fiskimálaráðið hevur játtan á fíggjarlógini til fiskivinnuroyndir. Fiskivinnuroyndir hava til endamáls at fremja vísindaligar og vinnuligar royndir og kanningar, ið menna føroyska fiskivinnu og fiskasølu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.
 
Ein stýrisbólkur umsitur játtanina fyri Fiskimálaráðið, og har verða umsóknirnar viðgjørdar. Eftir tilmæli frá stýrisbólkinum veitir Fiskimálaráðið endaliga tilsøgn um stuðul.
 
Av tí at munandi fleiri umsóknir eru, enn peningur er til, fáa ikki allar umsóknir pening, heldur ikki tær, sum annars liva upp til fakligu og formlig krøvini.

Umsóknarblað o.a. er at finna á heimasíðuni hjá fiskivinnugransking, www.fvg.fo.