Granskingargrunnurin

 

Mentamálaráðið hevur játtan á fíggjarlógini til granskingargrunnin, sum verður umsitin av Granskingarráðnum. Granskingargrunnurin játtar pening til granskingarverkætlanir, og á hvørjum ári lýsir granskingarráðið við møguleikanum at søkja pening til granskingarverkætlanir.

 

Peningur verður játtaður til ávís økir, sum fáa framíhjárætt til pening. Hetta kann vera tøkni, fiskivinna, mentan o.s.fr. Tvey fólk meta um hvørja umsókn eftir føstum leisti. Tær verkætlanir, sum liva upp til formligu krøvini, ráðið setur, og sum granskingarliga eru á nóg høgum stigi, verða lagdar fyri Granskingarráðið til støðutakan. Úrslitini frá metingingini verða tikin við í viðgerðina.

 

Umsóknir, sum verða gjørdar í samstarvi við vinnu ella granskingarstovnar í útlondum, og sum eisini hava fingið játtað pening aðrastaðni frá, hava fyrimun.

 

Av tí at Granskingarráðið fær munandi fleiri umsóknir, enn peningur er til, fáa ikki allar umsóknir pening, heldur ikki tær, sum annars liva upp til fakligu og formlig krøvini.

 

Umsóknarblað fæst á heimasíðuni hjá Granskingarráðnum, www.gransking.fo.