Royndin
 
Føroya Lívstrygging setti í oktober 2005 á stovn eitt íløgufelag. Navnið á felagnum er P/F Royndin. Felagið er stovnað við einum eginpeningi á 20 mió. kr. Endamálið við felagnum er sum framtaksfelag at gera íløgur í vinnuvirksemi.
 
Virksemið, sum íløgufelagið Royndin kemur at hava, verður í stóran mun at gera íløgur í partabrøv og møguliga at seta ábyrgdarpening í føroysk feløg, sum ikki eru skrásett á einum virðisbrævamarknaði. Mæra fæst at vit um Royndina á heimasíðuni hjá Føroya Lívstrygging.