Fyrireikingarnar

 

Áðrenn samráðingarnar byrja, verða krøv fyrireikað frá báðum pørtum. Føroya Arbeiðsgevarafelag og viðkomandi arbeiðsgevarafelag heita í góðari tíð á limir sínar um at koma við tí, sum teir meta eigur at verða ført fram undir samráðingunum. Hesar afturmeldingar verða tiknar við í viðgerðina, tá endaligu krøvini verða orðað. Hesi eru tó ikki eru almenn.