Samráðingarnar

Vanliga samráðingartilgongdin er hon, at partarnir møtast til ein innleiðandi fund til tess at skipa samráðingarnar. Á fyrsta fylgjandi fundinum verða krøv handaði, og samráðingarnar byrja so av álvara á triðja fundinum partanna millum. At byrja við kann verða lutfalsliga langt millum fundirnar, men beint áðrenn sáttmálin fer úr gildi, eru rættuliga drúgvir og tættir samráðingarfundir til tess at koma til eina semju, áðrenn sáttmálin fer úr gildi.

 

Samráðingarnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag við arbeiðarafeløgini verða førdar av nevnd felagsins saman við umsitingini. Samráðingarleiðari er Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.