Semingsstovnurin

 

Tá partarnir staðfesta, at samráðingarnar ikki bera á mál, verður semingsmaðurin tilkallaður.

 

Semingsmaðurin er valdur av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Hann hevur heimild til at kalla partarnar til samráðingar, og partarnir hava skyldu at fylgja hesum. Hann kann útseta møguligan arbeiðssteðg í upp til eina viku.  

 

Harafturat kann semingsmaðurin, um hann metir at samráðingarnar ikki hava verið førdar til fulnar, heita á partarnar um at fara undir aftur samráðingar og útseta semingina, til hesar samráðingar eru lidnar.

 

Semingsmaðurin kann, tá hann metir tíðina vera búna til tess, leggja uppskot fyri partarnar. Hesir kunnu so sambært teirra innanhýsis mannagongdum taka avger um, hvørt tikið verður undir við semingsuppskotinum ella ikki. Semingsuppskot skulu dyljast inntil báðir partar hava svarað.

 

Semingsmaðurin kann leggja fleiri uppskot fyri partarnar, men hesi seinnu árini hevur verið vanligt, at semingsmaðurin ikki leggur uppskot fyri partarnar fyrrenn hann er hampuliga sikkur í, at tikið verður undir við tí, og leggur sostatt bara eitt uppskot fyri partarnar.

 

So leingi sáttmálin er í gildi, ella partarnir eru í seming, er friðarskyldan galdandi. Tað vil siga, at hvørgin parturin kann seta tiltøk so sum verkfall ella verkbann í verk.

 

Tað er Terje Sigurðsson, sum er valdur semingsmaður, og Símun Absalonsen varasemingsmaður.

 

Sí annars semingslógina her.