Ferðavinnustevnan 2017

 

Tann 10. mars verður skipa fyri Ferðavinnustevnuni.

 

Tað er á Ferðavinnustevnuni, at ferðavinnuárið verður skotið ígongd. Høvi verður at kunna seg um, hvat onnur hava á skrá í nýggja árinum og málið er, at farið verður heimaftur við nýggjum hugskotum og einum størri netverki enn frammanundan.

 

Ferðavinnustevnan er eitt tiltak fyri stór og smá í ferðavinnuni, stjórar sum starvsfólk, ferðavinnuáhugað sum ferðavinnuútbúgvin, roynd sum óroynd.

 

Tiltakið um dagin er ókeypis, og kostnaður fyri luttøku á veitsluni er kr 375,- fyri limir og 475,- fyri tey sum ikki eru limir í Ferðavinnufelagnum.

 

Melda til her: