Vinnudagurin 2009 verður í Norðurlandahúsinum 25. september.

Fyrilestrarnir á Vinnudegnum hesuferð eru allir hvør á sín hátt knýttir at teimum avbjóðingum, sum vinnan hevur í løtuni, og vit vænta okkum ein áhugaverdan og fjøltáttaðan dag.

 

Á degnum verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin, eins og veitsla er á Hotel Føroyum um kvøldið. Sum nakað nýtt verður opið hús í Vinnuhúsinum aftan á tiltakið í Norðurlandahúsinum.

 

Bussar koyra frá Norðurlandahúsinum niðan í Vinnuhúsið kl. 17.45 og úr Vinnuhúsinum niðan á Hotel Føroyar kl. 18.45.
 

Prísirnir fyri Vinnudagin 2009 eru hesir:

 

Limaprísur* fyri tiltakið í NLH er                                                                        kr. 1.300

Limaprísur* fyri tiltakið í NLH og veitsluna á Hotel Føroyum er                             kr. 2.100

 

Prísur fyri ikki-limir fyri tiltakið í NLH er                                                            kr. 1.700

Prísur fyri ikki-limir fyri tiltakið í NLH og veitsluna á Hotel Føroyum                     kr. 2.500

 

Tilmeldingarfreistin er 21. september.

 

Verið vælkomin.  

 

Skráin til Vinnudagin 2009 sæst her.

 

Les meira um fyrilestrahaldararnar her.

 

 

 

 

* Hetta er fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Reiðarafelagnum fyri Farmaskip, Føroya Prentsmiðjufelag og Arbeiðsgevarafelagnum fyri Fíggjarstovnar í Føroyum.