Skulu vit halda fram at mala í ring?

 

Nú má broyting koma í! Tí spyr Føroya Arbeiðsgevarafelag hendan spurning á Vinnudegnum hin 1. oktober 2010. Latið okkum seta sjøtul á kjakið, og latið okkum gera tað á Vinnudegnum, har føroysk vinna møtist. Tá verður høvi at fáa íblástur til gerandisdagin, og ikki minst ber til at seta andlit á og tosa við kundar, veitarar og samstarvsfelagar.
Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har karmarnir eru snotiliga Norðurlandahúsið, áhugaverdir fyrilestrar og sum nakað nýtt eitt spennandi kjak um støðuna í Føroyum í dag.
 
Kjakið hava vit sett á skránna fyri at fáa sett orð á nøkur av teimum viðurskiftum, sum vit meta eru ein trupulleiki í samfelagnum, sum vit virka í, og sum forða fyri menning av føroyska samfelagnum.
 
Ársins Virki og Ársins Átak verða sjálvsagt eisini vald á Vinnudegnum.