Vinnudagurin 2011: Eitt sterkt vinnulív - eitt sterkt samfelag

 

Eitt sterkt vinnulív og eitt sterkt samfelag hanga saman. Á Vinnudegnum 2011, sum verður tann 30. september, verða fyrilestrar, sum á ymsan hátt viðgera og lýsa hetta evnið. Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.
Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, við áhugaverdum fyrilestrum og spennandi kjaki, har karmarnir eru snotiliga Norðurlandahúsið. Á Vinnudegnum er høvi at fáa íblástur til gerandisdagin, og ikki minst ber til at seta andlit á og tosa við kundar, veitarar og samstarvsfelagar.
Fyrilestrahaldarar verða írski Deiric McCann, varastjóri í Profiles International, norski Sigvald Rist, stjóri í Lofotprodukt og føroyska Juanna Schrøter Joensen, sum er Ph.D. í búskaparfrøði og starvast á Handelshögskolan i Stockholm
 
Í kjakinum verður evnið eitt sterkt vinnulív – eitt sterkt samfelag. Vit viðgera m.a., um vit skapa nóg nógvan vøkstur til at varðveita nútímans føroyska samfelagið, og um vinnan vinnur nóg mikið av peningi. Til at kjakast um hetta hava vit fingið Ingunn Eiriksdóttir, forkvinnu í Kappingarráðnum, Johnny í Grótinum, íløgustjóra í BankNordik, og Tummas Justinussen, stjóra á Supply Service.  
Tilmeldingarfreistin er 28. september.