Kjak: Eitt sterkt vinnulív – eitt sterkt samfelag

 

Kjakið á Vinndegnum var fyrstu ferð á skránni í 2010. Hetta var so mikið væl eydnað, at eisini á Vinnudegnum 2011 verður kjak á skránni.
 
Við í orðaskiftinum verða Ingunn Eiriksdóttir, forkvinna í Kappingarráðnum, Johnny í Grótinum, íløgustjóri í BankNordik og Tummas Justinussen, stjóri í Supply Service. Hesi fólk vita, hvat tey tosa um, og tora at tosa um tað, tey vita nakað um. Kjakinum fara tveir av okkara fremstu journalistum, Brynhild Thomsen og Uni Arge, at stýra. Vónandi fyri kjakið at geva bæði vinnulívsfólki, politikarum og vanligum borgarum nakað at hugsa um, og okkara mál er, at kjakið fer at halda fram aftaná at Vinnudagurin 2011 er liðugur.

 

 

Melda teg til Vinnudagin 2011 nú.