Tilmelding til Vinnudagin 2016

 

Vinarliga fyllið út allar teigar í tilmeldingarskjalinum niðanfyri. Legg til merkis, at bara eitt navn skal til hvørja tilmelding.

 

Tilmeldingin er bindandi. Rokning verður send við teldubrævi.

 

Verður meldað frá seinni enn 14 dagar áðrenn tiltakið, verða bert 50% av kostnaðinum endurgoldin. Tá tilmeldingarfreistin hin 28. september 2016 er farin, verður einki endurgoldið.

 

Til ber tó altíð at broyta navn á tilmeldingini uttan eyka kostnað.

 

Endurgoldið verður ikki fyri broytingar í fráboðaðu skránni.

 

Skrá til Vinnudagin 2016

 

 

Tilmeldingarfreistin er farin. Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at skriva til industry@industry.fo.

 

 

Kostnaður

 

Kostnaðurin fyri tiltakið í Norðurlandahúsinum við veitslu er kr. 3.600 og fyri tiltakið í Norðurlandahúsinum kr. 2.400.

 

Avsláttur fyri limir í Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess 

Inntil 1. september er avslátturin 30%, kostnaðurin er sostatt ávíkavist kr 2.520 og kr 1.680. 

Frá 1. september er avslátturin til limirnar 20%, so kostnaðurin er ávíkavist kr 2.880 og kr 1.920.