Skeið í ABF06 fyri handverksmeistarar

 

Føroya Handverksmeistarafelag skipar fyri skeiði í ABF 06 tann 21. mars frá kl. 9.00 til 16.00 á Hotel Hafnia.

 

Skeiðið er bert fyri limir í Føroya Handverksmeistarafelag og kostar 500 kr. Tað er avmarkað pláss, og hvørt felag kann í mesta lagi tilmelda seks luttakarar.

 

ABF 06 skeiðið verður skipað soleiðis, at bert entreprenør/arbeiðsgevara síðan luttekur. Um tit hava onkran konkretan spurning viðvíkjandi ABF06, kunnu tit senda hann inn áðrenn skeiðið. Síðani kunnu hesir spurningar verða nýttir sum dømir.

 

Skeiðshaldari er Peter Andersen, chefjurist hjá danska Håndværksrådet, sum umboðar smáar og miðalstórar fyritøkur í Danmark. Peter hevur drúgvar royndir í ABF 06 og luttók í at gera føroysku útgávuna.

 

 

Tilmeldingarfreistin er týsdagin 14. mars kl. 12.00.

 

Melda til her: