Íverksetan í verki

 

 

Tommy Ahlers er kendur sum ein tann fremsti íverksetin í Danmark. Tommy stovnaði fyritøkuna ZYB, sum framleiddi online tænastur til backup av telefonkontaktum. ZYB varð í 2008 selt til Vodafone fyri 50 milliónir krónur. Eisini stovnaði Tommy fyritøkuna PODIO, sum gjørdi intranetloysnir, og hann seldi somuleiðis PODIO við stórum vinningi.

 

Tommy Ahlers er nýliga valdur í Disruptionrådet, sum danska stjórnin hevur sett á stovn. Eitt av endamálunum við Disruptionrådet er at greina og gera uppskot til, hvussu Danmark kann fáa ágóðan av tøkniligu menningini. Eisini er Tommy íðin íleggjari og hevur sett pening í fleiri ymsar fyritøkur.

 

Umframt at vera íverkseti og íleggjari, so er Tommy eisini kendur frá sjónvarpsrøðini Løvens Hule, sum hevur verið víst á DR. Har situr hann, saman við øðrum kendum donskum vinnulívsfólki, og ger íløgur í hugskot hjá luttakarum, sum vilja byrja sítt egna virksemi.

 

 

Legg til merkis: Fram til 28. august ber bert til hjá limum at melda til. Eftir 28. august ber til hjá øllum at melda til