Lesandi og vinna

Týdningarmikið er at knýta samband millum lesandi í Føroyum og uttanlands og føroyska samfelagið. Vinnuhúsið bjóðar seg fram at verða millumlið millum lesandi og føroyskar vinnufyritøkur.

 

Lesandi kunnu venda sær til Vinnuhúsið fyri at fáa vegleiðing og hjálp viðvíkjandi uppgávum undir lestrinum, í sambandi við serritgerðir og annars um áhugi er fyri at arbeiða við evnum, sum hava vinnuligan relevans.
Leinkjan.fo

Í sambandi við at menna hesa tænastu, hevur Vinnuhúsið ment eina heimasíðu, leinkjan.fo.

 

Endamálið við heimasíðuni er at skapa samband millum føroyskar fyritøkur og fólk undir útbúgving, bæði so fyritøkur og lesandi kunnu fáa nakað burturúr einum slíkum samstarvi.

 

Fyritøkurnar kunnu fáa gjørt kanningar av týdningi fyri fyritøkuna, og koma í samband við lesandi, sum seinni kunnu vera umsøkjarar til størv í fyritøkuni. Tey lesandi fáa møguleika at arbeiða við uppgávum, sum hava praktiskan týdning, og fáa kunnleika til føroyskar fyritøkur og føroyskt vinnnulív.

 

Far inn á leinkjan.fo her