Faklærd arbeiðsmegi til byggivinnuna

Tað ræður um at kanna útbúgvingarstøðið, áðrenn handverkarar koma til landið

 

Fyritøkur innan byggivinnuna fingu í 2014 møguleikan at seta handverkarar í starv úr øllum ES-londum. Hetta er loyvt tá arbeiðsloyvi er undir 6%. Tá ES-borgarar koma henda vegin at arbeiða, hava føroyskir arbeiðsgevarar ofta lítlan kunnleika til prógv og útbúgvingar úr heimlandinum. Tað er tó sera týdningarmikið, at arbeiðsgevarar tryggja sær, at talan veruliga er um eina handverksútbúgving. Tað er SIRI - Styrelsen for International Rekruttering og Integration, sum gevur (ella noktar)  arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Um SIRI ivast í, um ein persónur hevur eina handverksútbúgving, kann vandi vera fyri, at hesin ES-borgarin ikki fær arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, og at hesin persónurin tí noyðist av landinum aftur. Tað kann koma sera illa við hjá handverksmeistaranum, um hesin longu er komin til landið og byrjaður at arbeiða. Einstøk dømi hava verið um trupulleikar við arbeiðs- og uppihaldsloyvi hjá handverkara orsakað av iva um útbúgvingina.

 

Vinnuhúsið hevur spurt seg fyri um treytirnar fyri at fáa góðkenning sum faklærdur í Føroyum. SIRI vísir til Uddannelses- og forskningsministeriet. Deildin fyri  “uddannelse og instutitioner” hevur eina tænastu, sum hjálpir fyritøkum at meta um útbúgvingarstøðið tvørturum landamørk.

 

Sí leinkju her.

 

Á hesi heimasíðuni eru vegleiðingar og enn ein leinkja, sum eitur “anmodning om turbovurdering”.  Hetta er ein ókeypis tænasta, har til ber at fáa svar innan 5 arbeiðsdagar uppá eina meting av útbúgvingarskjølum. Á deildini vátta tey fyri Vinnuhúsinum, at føroyskar fyritøkur kunnu gera brúk av hesi tænastu.

 

Vinnumálaráðið boðaði tann 11. desember 2014 frá, at arbeiðsloysið í Føroyum er farið niður um 3,5 %. Hetta merkir at tað í løtuni ikki krav, at ES-borgarin skal verða faklærdur fyri at fáa arbeiðs- og uppihaldsloysi í Føroyum, men tá arbeiðsloysið í tríggjar fylgjandi mánaðar hevur verið omanfyri 3,5 %, er tað aftur bert faklærd arbeiðsmegi innan byggivinnuna, sum kann fáa arbeiðs- og uppihaldsloyvi eftir tí smidligu góðkenningarskipanini. Tá hevur tað aftur týdning, at arbeiðsgevarar skjótt og lætt kunnu fáa mett um, hvørt ein útbúgving úr einum ES-landi kann metast sum ein handverksútbúgving.