Myndugleikar, lógir og reglur

 

 

Virkir fáa hjálp og ráðgeving viðvíkjandi trupulleikum við myndugleikum, t.d. um tey halda, at tey ikki eru rætt viðfarin í mun til onnur.


Um einstakir limir reisa mál, sum hava prinsipiellan týdning fyri vinnuna ella ávísar vinnubólkar og t.d. ynskja lógir og reglur broyttar, verða slík mál eisini viðgjørd.


Um tú hevur eitthvørt hjartamál, sum tú heldur átti verið framt, so er gott at vera limur í Arbeiðsgevarafelagnum. Felagið hevur tætt samskifti við politikarar og umsiting, og vit kunnu tryggja, at tín rødd verður hoyrd.