Sáttmálar, starvsfólkamál og setan av fólki

 

Arbeiðsgevarafelagið ger sáttmálar við fakfeløgini vegna limir sínar.


Vit veita tykkum hjálp viðvíkjandi øllum sáttmálaspurningum og spurningum, sum viðvíkja starvsfólka- og setanarviðurskiftum. Limir fáa alla neyðuga ráðgeving í slíkum málum, og um neyðugt fara vit í rættin við prinsipiellum málum, sum limir reisa.


Limir fáa serliga atgongd til alla kunning á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum, herímillum:


- Vegleiðingar um setanarviðurskiftir
- Sáttmálar og vegleiðingar um sáttmálaviðurskifti
- Lidnar setanaravtalur, ið kunnu takast niður og útfyllast – fyri ymiskar starvsbólkar 
 
Hetta krevur loyniorð, sum bert limir fáa. 


Vit kanna eisini lønarlag fyri limir, tá talan er um økir, har lønin liggur oman fyri vanliga sáttmálaløn, ella um eingin sáttmáli fevnir um økið.