Starvsmannalógin

 


Starvsmannalógin varð upprunaliga gjørd í Danmark, tí skrivstovu- og handilsfólk vóru ikki líka væl vard av sáttmálum sum onnur starvsfólk. Danska stjórnin setti tí donsku starvsmannalógina í gildi í 1938.

 

Fyrsta og einasta føroyska lógin er sett í gildi í 1958 eftir áheitan frá Starvsmannafelagnum. Ein nevnd varð sett at gera uppskot til starvsmannalóg, og hon mælti til, at ”lóg verður givin, bygd eftir líknandi reglum sum í Danmark”. Landsstýrið tá tók undir við hesum og legði uppskotið fyri løgtingið, sum samtykti uppskotið.

 

Fyri at starvið skal vera eitt starvsmannastarv skal:

 

-    Arbeiðið vera av einum ávísum slag

 

-    Viðkomandi persónur hava tætt tilknýti arbeiðsplássið. Úrskurður í Føroya Rætti BS1178/1994 staðfesti: “at en ansat kan anses for funktionær, når vedkommende beskæftiges omkring halvdelen af normal arbejdstid, ligesom der er dom for, at 4 timer 5 dage om ugen (20 timer) kan medføre funktionærstatus”.

 

-    Persónurin vera í einum starvsyrki. Hetta merkir, at løntakarin er undir fyristíling arbeiðsgevarans

Sløgini av størvum, sum er fevnd av starvsmannalógini, eru:

 

1. Persónur, sum starvast í handli, á skrivstovu ella á vørugoymsluavgreiðslu, sum kann setast javnbjóðis

2. Persónur, hvørs starv er at veita tekniska ella kliniska hjálp, sum ikki kemur undir handverk ella ídnað, og hartil aðrir persónar í arbeiði, sum kann setast javnbjóðis.

3. Persónur, hvørs starv bara ella fyri tað mesta arbeiðsgevarans vegna er at hava eftirlit við útinningini av annans arbeiði

4. Persónur, hvørs arbeiði fyri tað mesta er av sama slag um tilskilað undir 1) og 2).

 

Starvsmenn fáa løn undir sjúku frá fyrsta degi at rokna. Ein starvsmaður kann sigast upp vegna sjúku við vanligari uppsagnarfreist ella sambært 120 daga regluni. Fyri at brúka 120 daga regluna skal hetta vera ásett í skrivligum sáttmála. 120 daga reglan merkir, at starvsmaður kann sigast upp við ein mánað freist, tá ið starvsmaður teir seinastu 12 mánaðirnar hevur tikið ímóti løn undir sjúku í 120 dagar tilsamans. Uppsøgnin er bara gildug, um hon verður givin beint eftir teir 120 sjúkradagarnar, og meðan starvsmaður framvegis er sjúkur. Hon missir ikki sítt gildi av, at starvsmaður er komin aftur í starvið, eftir at uppsøgnin er givin.

 

Uppsøgn av starvsmanni skal gevast við ein mánað freist fyri starvslok seinasta dag í einum mánað, tó kann í sáttmála ásetast longri uppsagnarfreist fyri starvsmann treytað av, at uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevaranum verður longd samsvarandi. Verður starvsmaður uppsagdur, sí uppsagnartíðina í talvuni niðanfyri:

 
 

Setanartíð

Uppsagnarfreist

0 - 6 mánaðir (tó ikki fyribils setan og royndartíð)

 1 mánað (uppsøgn skal handast, áðrenn 5. mánaðurin er farin)

6 mðr – 3 ár

3 mánaðir (uppsøgn innan 2 ár og 9. mánaðir eru farnir)

3 - 6 ár

4 mánaðir (uppsøgn innan 5 ár og 8 mánaðir eru farnir)

6 - 9 ár

5 mánaðir (uppsøgn innan 8 ár og 7 mánaðir eru farnir)

Yvir 9 ár

6 mánaðir (uppsøgn eftir 8 ár og 7 mánaðar setan)

 


Um avtalað er, at arbeiðið er bert fyribils ella sum roynd, og at hesi viðurskifti vara ikki longur enn tríggjar mánaðir, er ongin uppsagnartíð. Skylduna av prógva, at tílík avtala er gjørd, hevur arbeiðsgevarin. Mælt verður tó til, at arbeiðsgevarin avtalar eina uppsagnartíð, til dømis eina viku.