Barsilsskipanin

 

Løgtingslóg nr. 48 frá 3. apríl 2001 um Barsilsskipan, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 137 frá 16. des 2015

 
Endamálið við lógini er at veita foreldrum á arbeiðsmarknaðinum rætt til foreldrafarloyvi við løn/barsilspeningi í farloyvistíðarskeiðnum.
 
Foreldur hava rætt til 52 vikur í barsilsfarloyvi eftir barnsburð, tó ikki allar við løn/barsilspeningi.
 
Kvinna, ið er løntakari og er við barn, hevur rætt til barsilsfarloyvi við løn/barsilspeningi frá tí degi, hildið verður, at fýra vikur eru eftir til barnsburð, ella frá tí, at hon við læknaváttan prógvar, at tað fyri fostur og/ella hana sjálva stendst heilsuvandi av at vera til arbeiðis, tó í fyrsta lagi frá tí degi, mett verður, at 8 vikur eru eftir til barnsburð.
 
Eftir barnsburð hevur móðurin rætt til barsilsfarloyvi í 14 vikur. Pápin hevur rætt til fýra vikur í farloyvi innan fyri tær fyrstu 44 vikurnar eftir barnsburð. Hesar 4 vikurnar kunnu eisini liggja í 14 viku tíðarskeiðinum, tá móðurin hevur farloyvi. Eftir 14. viku hava foreldur rætt til barsilsfarloyvi í upp til 44 vikur tilsamans. Tá foreldur hava ættleitt, skulu tær 4 vikurnar takast innan 56 vikur frá móttøkudagfesting av barni.
 
Móðurin hevur rætt til barsil við barsilspeningi/løn í 40 vikur eftir barnsburð/móttøku innan fyrstu 44 vikurnar eftir barnsburð/móttøku. Foreldrini kunnu ístaðin velja, at faðirin er heima hjá barninum við løn í upp til 26 vikur eftir tær fyrstu 14 vikurnar eftir barnsburð, treytað av, at móðurin ikki samstundis er frá arbeiði við løn, ella fær útgjald úr barsilsskipanini.
 
Doyr móðurin, ella hon ikki er før fyri at taka sær av barninum, hevur faðirin rætt til barsil við løn í upp til 44 vikur innan fyrstu 44 vikurnar eftir barnsburð.
 
Grundarlagið fyri barsilsútgjaldinum er meðal mánaðarliga gjaldsskylduga A-inntøkan seinastu 12 mánaðirnar fyri fráveruna. Barsilspeningur er 100% av útrokningargrundarlagnum, tó í mesta lagi 25.000 kr. um mánaðin íroknað frítíðarløn og lógarkravda eftirløn. Frítíðarløn verður sett í frítíðargrunnin.
 
Tað er ein treyt fyri útgjaldi frá Barsilsskipanini, at móðurin/faðirin váttar, at tey eru um barnið.
 
Um arbeiðsgevarin rindar løn í barsilsfarloyvistíðarskeiðnum, fær hann endurgoldið frá Barsilsskipanini somu upphæddir, sum løntakarin hevur rætt til frá Barsilsskipanini. Endurgoldið verður fyri A-inntøku og lógaráløgd arbeiðsmarknaðargjøld, tó í mesta lagi 25.000. Rindað verður ikki fyri eftirløn, frítíð við løn ella frítíðarískoyti.
 
Tað tíðarskeiðið, løntakarin er í barsilsfarloyvi, verður roknað sum vanlig arbeiðstíð, og telur tí við í vanligu starvstíðina.
 
Um arbeiðsgevarin rindar løn í barsilsfarloyvistíðarskeiðnum, gevur hetta løntakaranum rætti til feriu við løn. Um arbeiðsgevarain rindar ikki løn í barsilsfarloyvistíðarskeiðnum, gevur hetta løntakaranum rætt til feriu uttan løn.