Havnar Arbeiðarafelag

 

►Sáttmáli til prentingar 

 

Lønarsáttmáli

Fastlønarsáttmáli

Álitismannaskipan

Avtala um Tøkni


Lønarsáttmáli

millum

Havnar Arbeiðsmannafelag

og

Havnar Arbeiðsgevarafelag 

 
 
 

§ 1

Hesin sáttmáli fevnir um arbeiðara-/serarbeiðarayrki, sum fakliga eins væl og landafrøðiliga liggur innan øki hjá Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Grundløn og eykaløn

§ 2

 

Fyri alt fyrifallandi dagleiðaraarbeiði so sum reingerð, lossing, lagur-, pakkhús-, fiska-og saltarbeiði verður grundlønin 123,09 kr. um tíman.

 

§ 3

 

Fyri útgrevstur, uppruddan á byggiplássum, kolarbeiði, skitið og ónossligt arbeiði, sement-, beton-, stoypi-, jarnbindingar-, vatnbyggi-, asfalt-, tjøru-, grótarbeiði og arbeiði á sleipistøð at skrubba botn á skipi uttan og smyrjing av skipi uttan upp til lúnning og málingaarbeiði við sproytu á skipasmiðju, verður grundlønin 123,09 kr. um tíman + viðbót 0,29% um tíman.

 

§ 4

 

a. Fyri arbeiði við grótjótrara, fyri passan av motorum, kompressarum, spølum og líknandi í samband við byggiarbeiði. Fyri passan av kranum. Fyri koyring við gaffiltruckum yvir 10 t, trak­torum, dumparum og líknandi amboðum, so sum vegtrum­lum, hydrauliskum gravkúm og borivognum verður grundlønin 123,09 kr. um tíman + viðbót 3,35% um tíman.

 

b. Fyri at løða og spreingja og grótboran verður grundlønin 123,09 kr. um tíman + viðbót 5,19% um tíman.

 

c. Fyri tunnilsarbeiði verður grundlønin 123,09 kr. um tíman + viðbót 4,73% um tíman.

 

d. Fyri at reinsa ketlar, vatntangar á skipi, oljutangar, lýsitangar og smeltitól og reinskan av kloakk og kjøli innan í skipi verður grundlønin 123,09 um tíman + viðbót 5,47% um tíman.

 

e. Fyri arbeiði við vandamiklum burturkasti á brennistøðum, vandamiklum evnum, sum krevja serliga verndarútgerð, t.d. asbest, umframt fyri upptak eftir vanlukkum og fyri reingerð, har servitan er kravd verður latin grundløn + viðbót 5,47% um tíman. Hetta stykki er galdandi frá 1. mai 2013.

 

§ 5

 

Grundlønin hjá bilstjórum og gaffiltruckførarum fyri tey í § 2 nevndu arbeiðum og fyri at standa við spæl á skipi undir lossing verður 123,09 kr. um tíman + viðbót 1,17% um tíman.

 

Grundlønin hjá bilstjórum og gaffiltruckførarum fyri tey í § 3 nevndu arbeiðum verður 123,09 kr. um tíman + viðbót 1,62% um tíman.

 

Fyri koyring við kranvogni og tankvogni (við olju og bensin) verður grundlønin fyri tey í § 2 nevndu arbeiðum 123,09 um tíman + viðbót 3,59% um tíman, og fyri tey í § 3 nevndu arbeiðum verður grundlønin 123,09 kr. um tíman + 4,02% um tíman.

 

Protokollat:

Partarnir binda seg til í sáttmálaskeiðnum at taka upp samráðingar um at endurskoða skipanina við viðbótum í sáttmálanum. Partarnir eru samdir um, at skipanin skal nútímansgerast, og miðast skal ímóti, at skipanin gerst so einføld og liðilig, sum til ber.

Setanarskriv

§ 6

 

Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.

 

Ungdómur

§ 7

 

Ungdómar 14 ár fáa 50%, 15 og 16 ár fáa 75% av vaksnamannalønini. 17 ára gomul fáa fulla løn.

 

Yvirtíðarløn og frídagar

§ 8

 

Yvirtíðarlønin, eisini fyri akkordarbeiði, verður roknað soleiðis:

 

 

Tá normalarbeiðstíðin er kl. 07-16:

Frá kl. 16-20:                                               35%

Frá kl. 20-07:                                               60%

 

Tá normalarbeiðstíðin er kl. 08-17:

Frá kl. 17-21:                                               35%

Frá kl. 21-08:                                               60%

 

Tá normalarbeiðstíðin er kl. 09-18:

Frá kl. 18-22:                                               35%

Frá kl. 22-09:                                               60%

 

Leygardagar kl. 00-24:                              65%

Sunnu- og halgidagar frá kl. 00-24:         100%

 

 

Sama er galdandi fyri arbeiði, sum byrjar nevndu dagar, og heldur áfram um midnátt og til normalarbeiðstíðin tekur við aftur. 

 

1. mai, jólaaftan og Ólavsøkuaftan eru heilir frídagar. Flaggdagur, páskaaftan, hvítusunnuaftan, og nýggjársaftan eru hálvir frídagar.

 

Átrokandi arbeiði, sum verður gjørt 1. mai, jólaaftan, Ólavsøkuaftan og eftir kl. 12 hesar dagar, verður lønt við dupultari normalløn, so leingi halgan varar.

 

Sambært lóg nr. 353, 7. august 1922 er grundlógardagur hálvur frídagur.

 

Um arbeiði byrjar áðrenn kl. 4 á morgni verður ikki farið niður í løn, fyrr enn høvi hevur verið at fáa svøvn (við svøvn skilst at hava verið burtur frá arbeiði í 6 tímar, eisini um maður skiftir arbeiðspláss).

 

Arbeiðstíð, døgndrift og skiftisvakt

§ 9

 

1.    Normalarbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, og skal vera 8 tímar um dagin frá mánadegi til og við fríggjadegi, og skal tann dagliga arbeiðstíðin liggja millum kl. 7 á morgni og til kl. 18 á kvøldi, hetta soleiðis sum partarnir á teimum einstøku arbeiðsplássunum semjast um.

 

       Vanligur meiriluti á arbeiðsplássinum skal vera fyri hesum og atkvøðast skal við seðlum.

 

       Er á arbeiðsplássinum gjørd semja um, at normalarbeiðstíðin skal liggja millum kl. 7 á morgni og kl. 16 á kvøldi, skal hetta vera galdandi fyri alt arbeiðsplássið.

 

       Er á arbeiðsplássinum gjørd semja um, at normalarbeiðstíðin skal liggja millum kl. 8 á morgni og kl. 17 á kvøldi, skal hetta vera galdandi fyri alt arbeiðsplássið.

 

       Er á arbeiðsplássinum gjørd semja um, at normalarbeiðstíðin skal liggja millum kl. 9 á morgni og kl. 18 á kvøldi, skal hetta vera galdandi fyri alt arbeiðsplássið.

 

Har eitt arbeiðspláss náttúrliga kann býtast upp í fleiri deildir, kunnu ymsar arbeiðstíðir avtalast millum arbeiðsfólkið saman við álitisfólkið og virkið, sum frávíkja normalarbeiðstíðini. Atkvøðast skal við seðlum. Hesar arbeiðstíðir skulu liggja millum kl. 07.00 og 18.00 og skulu stjórnirnar hjá feløgunum hava hesar avtalur, sum skulu vera skrivligar, til góðkenningar. Um feløgini ikki áðrenn 14 dagar hava fráboðað annað verða avtalurnar at meta sum góðkendar.

 

Um avtalað verður gjørd við arbeiðsfólkið í einari serstakari deild um frávik frá normalarbeiðstíðini smb. omanfyristandandi, so skal nýggja arbeiðstíðin hjá hesum starvsbólki metast sum normalarbeiðstíð, soleiðis at arbeiðið uttan fyri hesa tíð verður roknað sum yvirtíð sambært grein 8.

 

       Døgverðatíðin skal verða 1 tíma og skal liggja millum kl. 12 og 13. Verður arbeitt í døgverðatímanum, skal dupult normalløn verða goldin.

 

       Kemst ásamt um aðrar etingartíðir, skal tó ongantíð verða meira enn 4 tímar millum hvønn verð. Verður arbeitt í døgverðatímanum sunnu- og halgidagar, skal gjaldast dupult sunnudagsløn. Tað verður onki goldið fyri mattíðirnar.

 

       Varskógvað áðrenn døgverða:

       Arbeiðsformaðurin skal varskógva, tá ið mattíð er.

 

       Verður arbeitt yvirtíð og varskógvað verður um hetta áðrenn døgverða, og farið verður til náttverða, skal náttverðatímin liggja millum kl 18-19.

 

       Um ikki verður farið til náttverða, verður mattíðin, sum í hesum føri ikki skal verða styttri enn 20 min. og, sum skal liggja millum 17 og 19, ikki frádrigin, um byrjað verður aftur kl. 19.

       Verður arbeitt longur enn til kl. 22 uttan at farið hevur verið til nátturða, verður yvirtíðarsatsurin frá kl. 21 at koma í gildi frá kl. 20.

 

       Ikki varskógvað áðrenn døgverða:

       Verður arbeitt yvirtíð og ikki verður varskógvað áðrenn døgverða, og farið verður til náttverða, skal náttverðatímin liggja millum 18-19 og verður ikki frádrigin um byrjað verður aftur kl. 19.

 

       Verður arbeitt í náttverðatímanum skal dupult løn verða goldin.

 

       Verður arbeitt longur enn til kl. 20 uttan at farið hevur verið til nátturða, verður yvirtíðarsatsurin frá kl. 21 at koma í gildi frá kl. 19.

       Tað skal annars standa arbeiðsplássunum frítt at leggja døgurðatíman soleiðis, sum semja fæst um hetta, og har sum umstøður eru at eta í.

       Við umstøðum skilst har, sum matarhøli eru at eta í og/ella har høvi er at keypa sær mat.

 

       Vanligur meiriluti á arbeiðsplássinum skal vera fyri hesum og atkvøðast skal við seðlum.

 

       Verður arbeitt í døgurðatíðini skal dupult normalløn verða goldin. Verður arbeitt í døgurðatíðini sunnu- og halgidagar skal dupult sunnudagsløn verða goldin. Dupult løn verður bert goldin fyri ta avtalaðu døgurðatíðina.

 

       Tað, sum døgurðatímin verður styttur, tekur yvirtíðin tilsvarandi fyrr við.

 

2.    Døgndrift skal ganga í skiftum. Øll ídnaðarvirki, ið vanliga kunnu hava 3-skifti vakt, koma undir heitið døgndrift.

 

       Um døgndriftsarbeiði á fiskavirki røkkur styttri enn 3 samdøgur/2 samdøgur samanhangandi og á øðrum ídnaðarvirkjum styttri enn 5 samdøgur saman-hangandi, verður hetta arbeiði avroknað sum vanligt arbeiði og goldið samsvarandi hesum, eisini hvat yvir- og nátttíð viðvíkur.

 

       Í døgndrift verður lønin henda:

 

       Frá kl. 08-16 vanlig normalløn.

       Frá kl. 16-24 vanlig normalløn + 4,58% um tíman.

       Frá kl. 24-08 vanlig normalløn + 6,41% um tíman.

 

       Røkkur arbeiði á fiskavirkjum styttri enn 3 samdøgur, men í minsta lagi 2 samdøgur, verður lønin hendan:

 

       Frá kl. 08-16 vanlig normalløn.

       Frá kl. 16-24 vanlig normalløn + 7,32% um tíman.

       Frá kl. 24-08 vanlig normalløn + 9,15% um tíman.

 

       Hesar viðbøtur verða ikki prístalsviðgjørdar. Mattíð við døgndrift verður ikki frádrigin.

 

       Gongur døgndriftsarbeiðið um leygardagar, sunnu- og halgidagar, skal hetta avroknast sum leygardagar, sunnu- og halgidagar, men kann hetta tó ikki bróta 3- og 5-samdøgursregluna.

 

       Upplýsast skal 24 tímar frammanundan vaktarskifti byrjar. Um ikki fráboðað verður innan ásettu freistina, so skal gjaldast 1. yvirtíð tann dagin fyri hvørt arbeiðsfólk á vaktunum.

 

3.    Á ídnaðarvirkjum kann arbeiði fara fram í 2 skiftum, 8 tímar hvørt, við nøkulunda eins stórum holdum, sum skiftast um vaktirnar hvørja viku.

 

       Um skiftisvaktararbeiði á fiskavirkjum røkkur styttri enn 3 samdøgur/2 samdøgur samanhangandi og á øðrum ídnaðarvirkjum styttri enn 5 samdøgur saman-hangandi, verður hetta at avrokna sum vanligt arbeiði og goldið samsvarandi hesum, eisini hvat yvir- og nátttíð viðvíkur.

 

       Við samráðing arbeiðaranna og arbeiðsgevaranna millum kann arbeiðstíðin leggjast millum kl. 07-24, og lønin verður henda:

 

 

       1. holdið: Vanlig normalløn.

       2. holdið: 1. mai 2007 verður viðbórin 8% av grundlønini.

                         1. mai 2008 verður viðbótin 9% av grundlønini.

                         1. mai 2009 verður viðbótin 10% av grundlønini.

 

       Røkkur arbeiðið á fiskavirkjum styttri enn 3 samdøgur, men í minsta lagi 2 samdøgur, verður lønin hendan:

 

       1. holdið: Vanlig normalløn.

       2. holdið: Vanlig normalløn + 8,75 kr. um tíman.

 

       Henda viðbót verður ikki prístalsviðgjørd. Mattíðin verður ikki frádrigin fyri 2. holdið.

 

       Yvirtíð - um arbeitt verður meira enn 8 tímar á vaktini - við skiftisvaktararbeiði eins og sunnu- og halgidagsarbeiði verður goldið eftir § 9.

 

       Sunnu- og halgidagar skulu ikki bróta 3- og 5- samdøgursregluna.

 

       Har eitt arbeiðspláss náttúrliga kann býtast upp í fleiri deildir, kann avtala verast um, at skiftivakt verður brúkt á einstøku deildini.

 

       Avtalan verður gjørd millum arbeiðsfólkið saman við álitisfólki og virki. Atkvøðast skal við seðlum millum alt arbeiðsfólkið á virkinum og umboð fyri feløgini nevnd í sáttmálanum, skal vera hjástødd meðan atkvøtt verður. Stjórnin í felagnum skal hava hesar avtalur, sum skulu vera skrivligar, til góðkenningar.

 

       Um felagið ikki hevur fráboðað nakað innan 14 dagar frá tí at avtalan er móttikin, verða avtalurnar at meta sum góðkendar.

 

       Upplýsast skal 24 tímar frammanundan vaktarskifti byrjar. Um ikki fráboðað verður innan ásettu freistina, so skal gjaldast 1. yvirtíð tann dagin fyri hvørt arbeiðsfólk á vaktunum.

 

Álitisfólk

§ 10

 

Á hvørjum arbeiðsplássi hava arbeiðararnir rætt til at velja sær álitismann. Nærri reglur fyri álitismenn eru skrásettar í serligari skipan í millum feløgini.

 

b. Nevndarlimir í fakfelag hava rætt til frí frá arbeiði sínum í sambandi við nevndararbeiði, samráðingar og skeiðluttøku. Fráboðan skal gevast arbeiðsgevaranum beinanvegin, tá nevndarlimur fær fundarboð.

 

c. Viðvíkjandi uppsøgn av nevndarlimum í Føroya Arbeiðarafelag / Havnar Arbeiðsmannafelag / Havnar Arbeiðskvinnufelag / Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag eru somu reglur galdandi sum fyri álitisfólk.

 

Minsta arbeiðstíð og løn

§ 11

 

Fyri eitt og hvørt arbeiði fær hvør tann, sum luttekur í arbeiðinum, løn fyri í minsta lagi 2 tímar, sjálvt um arbeiðið varir styttri.

 

Somuleiðis fáa arbeiðsfólk, sum eftir tilsøgn møta til arbeiðis, og arbeiðið ikki verður útint, løn fyri 2 tímar, ella um arbeiðið byrjar aftaná eina ásetta tíð, løn fyri ta tíð, tey hava bíðað.

 

Lønarútgjalding

§ 12

 

Arbeiðslønir verða at gjalda eina ferð um vikuna. Um avtala verður gjørd við avvarandi fakfelag (Havnar Arbeiðsmannafelag), kann lønarútgjalding tó fara fram 14. hvønn dag/mánaðarliga. Við útgjalding skal vikuseðil fylgja við.

 

Arbeiðsskaðar

§ 13

 

Stk. 1 Kemur arbeiðsfólk til skaða undir arbeiði og tey sambært læknaváttan eru óarbeiðsfør, verður goldið 20% av mistu arbeiðstíð upp til 10 dagar við 10% frá arbeiðsgevara og 10% frá arbeiðarafelag.

 

Stk. 2. Verður løntakari, sum hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara í meira enn 9 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsakað av einum arbeiðsskaða, sum kann prógvast við læknaváttan, hevur arbeiðsgevari, aftaná at tíðarskeiði í stk. 1 er endað, skyldu at rinda munin millum dagpeningaveitingina og vanligu lønina, sum løntakari hevði fingið útgoldna, um viðkomandi ikki fekk skaðan.

 

Gjaldsskyldan hjá arbeiðsgevaranum stendur við inntil løntakari aftur er arbeiðsførur tó í mesta lagi 4 mánaðir aftaná, at arbeiðsskaðin er hendur.

 

 

Akkord og serarbeiðarar

§ 14

 

a.    Øll arbeiði kunnu gerast fyri akkord. Í fall akkordir verða gjørdar, hava stjórn Havnar Arbeiðsmannafelags og stjórn Føroya Arbeiðsgevarafelags rætt til at krevja tær til góðkenningar.

 

 

Protokollat úr semingsprotokollini:

Partarnir eru samdir um, at tørvur er á serarbeiðarasáttmála og vátta, at arbeitt verður fram ímóti at fáa undirskrivað slíkan sáttmála skjótast tilber.

 

Formaður

§ 15

 

Hvør arbeiðsgevari hevur rætt til at hava ein formann, sum ikki ger arbeiðsmanna-arbeiði, ið ikki nýtist at vera limur í nøkrum felag.

 

Lán av arbeiðsfólki

§ 16

 

Arbeiðsfólk, sum verður lánt frá einum arbeiðsgevara til annan arbeiðsgevara, varðveitir starvsrættindi síni.

 

Vaktarhald

§ 17

 

Vaktarmenn á skipum við bryggju á nátt fáa eina viðbót fyri náttina, sum svarar til 7,5 vanligar tímalønir. Leygar- og sunnunátt er viðbótin tað, sum svarar til 10 vanligar tímalønir. Náttin er frá kl. 21-08.

 

Har arbeitt verður á vaktini umborð við øðrum enn sjálvum vaktararbeiðinum skal løn gjaldast vaktarmanninum samsvarandi ásetingunum í hesum sáttmála.

 

Tilkallivakt

§ 17a

 

Arbeiðari, sum hevur tilkallivakt, verður frá mánadegi til og við fríggjadag kl. 24.00 løntur við 13,73% um tíman. Eftir fríggjadag til vanliga arbeiðstíð mánamorgun verður arbeiðari løntur við 27,45% um tíman.

 

Verður arbeitt í tilkallivakt, verður løn goldin sambært grein 8.

Tó skal henda áseting ikki føra við sær, at vaktargjøld eftir skipanum, sum nú eru í gildi, verða lækkað.

 

Barsilsfarloyvi

§ 18

 

Løntakari sum er settur í starv eftir hesum sáttmála eigur rætt til barsilsfarloyvi sambært galdandi lóggávu.

 

 

At røkja hægri starv

§ 19

 

Arbeiðsfólk, sum eftir serligum boðum ella eftir frammanundan fastløgdum arbeiðslagi fyribils røkja hægri starv í 1 viku samfelt ella meira, eiga í hesum tíðarskeiði at verða lønt við somu løn, sum tann, sum tey avloysa fær, treytað av at tey yvirtaka tær arbeiðsuppgávur, ið standast av hægra starvinum.

 

Farloyvi

§ 20

 

Arbeiðsfólk, sum hevur starvast í 5 samanhangandi ár hjá sama arbeiðsgevara, kann fáa farloyvi uttan løn, har tað ikki stríðir móti áhugamálum hjá arbeiðsgevara. Arbeiðsgevarin skal hava starv tøkt, tá farloyvistíðin er farin.

 

Uppsagnir

§ 21

 

Stk. 1. Í einum og hvørjum arbeiði, sum varar longur enn 3 mánaðir, verður fyri tímalønt arbeiði uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevara hendan

 

     Minni enn 6 mánaðar starvstíð:      5   arbeiðsdagar.

     Meira enn 6 mánaðar starvstíð:      7   arbeiðsdagar.

     Meira enn 1 ára starvstíð:              10   arbeiðsdagar.

     Meira enn 2 ára starvstíð:              15   arbeiðsdagar.

     Meira enn 3 ára starvstíð:              20   arbeiðsdagar.

     Meira enn 5 ára starvstíð:             25   arbeiðsdagar.

 

Uppsagnarfreistin frá arbeiðara síðu verður hendan:

 

     Meira enn 3 mánaðar starvstíð 5 arbeiðsdagar         

     Meira enn 6 mánaðar starvstíð 7 arbeiðsdagar

 

Hetta er tó ikki galdandi, tá steðgur kemur í arbeiði vegna rávørutrot ella veður.

 

Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar. 

 

Stk. 2. Arbeiðsgevari hevur, tá setanin hjá arbeiðsfólkinum endar, skyldu at geva arbeiðsfólkinum prógv um starvstíðina hjá arbeiðsfólkinum.

 

Arbeiðsgevari skal skrivliga grundgeva fyri uppsøgnini, um tann uppsagdi biður um tað. Grundgevingin kann bert verða kravd, um tann uppsagdi hevur verið starvssettur í minst 9 mánaðir.

 

Stk. 3. Verður løntakari, sum hevur arbeitt hjá sama arbeiðsgevara í meira enn 9 mánaðir út í eitt, óarbeiðsførur orsakað av einum arbeiðsskaða, sum kann prógvast við læknaváttan, kann viðkomandi ikki sigast úr starvi fyrr enn 6 mánaðir, aftaná arbeiðsskaðin er hendur. Hetta er tó bert galdandi, inntil løntakarin aftur er arbeiðsførur.

 

Limagjald, lívstrygging, eftirløn og eftirsitiløn

§ 22

 

Stk. 1. Fyri at stuðla týðandi endamál hjá Havnar Arbeiðsmannafelag verður eitt gjald uppá 1,5% av lønini frádrigið, áðrenn hon verður útgoldin.

 

Gjaldið verður inngoldið av arbeiðsgevaranum til Havnar Arbeiðsmannafelag sambært manningarlista og kontoavriti, samstundir sum lønin verður flutt.

 

Stk. 2. Til lívstrygging og onnur sosial endamál verður eitt gjald uppá 2,5% av lønini frádrigið, áðrenn hon verður útgoldin.

 

Gjaldið verður inngoldið av arbeiðsgearanum til Havnar Arbeiðsmannafelag sambært manningarlista og kontoavriti, samstundis sum lønin verður flutt.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag fær útflýggja reglugerðir, sum verða gjørdar í sambandi við nýtsluna av framman fyri nevnda prosentgjaldið.

 

Stk. 3. Arbeiðsgevarar rinda umframt lønina 10% av arbeiðslønini í eftirlønargrunn/skipan felagsins. Hetta prosentið verður útgoldið í grunnin samstundis, sum lønin verður goldin.

 

Stk. 4. Tá arbeiðsfólk, sum hevur verið í minsta lagi 1 ár í starvi hjá verandi arbeiðsgevara, doyr, meðan honn/hon er í starvi, eigur eftirsitandi hjúnafelagi/sambúgvi ella børn undir 18 ár, sum arbeiðsfólk hevur skyldu at uppihalda, rætt til eftirsitiløn fyri tann mánaðin, tá viðkomandi doyr, og 3 mánaðir fram.

 

Fyri tímalønt verður lønin roknað sum miðaltalið av tí løn, sum er útgoldin av verandi arbeiðsgevara seinastu 12 mánaðirnar, sum viðkomandi hevur verið til arbeiðis.

 

Ósemjur og gerðarrættur

§ 23

 

Arbeiðsósemjur, tó ikki uppsøgn av galdandi sáttmála, verða givnar eini 6-mannanevnd til avgerðar. Í hesi nevnd sita 3 úr hvørjum felag. Kemur henda nevnd ikki ásamt, verður av báðum pørtum valdur ein uttanveltaður maður (uppmaður). Í fall nevndirnar ikki semjast um uppmannin, verður uppmaðurin valdur av dómaranum, og verður avgerð hansara tikin til fulnar.

 

Eftirlønargrunnur og grundlønarhækking

§ 24

 

Arbeiðsgevarnir rinda 10% av arbeiðslønini í eftirlønargrunnin hjá Havnar Arbeiðs-mannafelag.

 

Hesi prosent verða útgoldin saman við lønini.

 

 

1.   mai 2016 hækkar grundlønin 2,65 kr um tíman.

1.   mai 2017 hækkar grundlønin 2,60 kr um tíman.

 

 

Hesar hækkingar eru eisini galdandi fyri sersáttmálar.

 

Stk. 2. Tey, sum hava nátt fólkapensiónsaldur, fáa ístaðin upphæddina, sum skuldi verið flutt sum eftirløn, útgoldna sum løn. Áðrenn upphæddin verður goldin, verða gjøld, sum skulu rindast samstundis sum lønin, tikin av upphæddini, soleiðis at útreiðslan hjá arbeiðsgevara verður óbroytt.

 

Viðmerking: Hin 1. januar 2016 svara hesi gjøld til 16,31 % av tímalønini og 5,81 % av mánaðarlønini. Gjøldini eru frítíðarløn/frítíðarískoyti, ALS-gjald, Barsilsgjald, gjald til Arbeiðsmarknaðareftirlønar-grunnin og gjald til Vinnusjúkugrunnin. Tað vil siga, at pr. 1. januar 2016 verða 8,46 % løgd omaná lønina hjá tímaløntum og og 9,45 % løgd omaná lønina hjá teimum, sum halda feriu við løn.

 

Starvstíð

§ 25

 

Eftir 3 ára starvstíð verður viðbótin 1,25% av grundlønini.

Eftir 5 ára starvstíð verður viðbótin 2,50% av grundlønini.

Eftir 7 ára starvstíð verður viðbótin 3,25% av grundlønini.

Eftir 9 ára starvstíð verður viðbótin 4,00% av grundlønini. Henda viðbót er galdandi frá 1. mai 2013.

 

Eftir 11 ára starvstíð verður viðbótin 4,75% av grundlønini. Henda viðbót er galdandi frá 1. mai 2016.

 

Arbeiðsfólk hava rætt til at flyta starvstíð frá einum arbeiðsplássi til annað, um tað ikki hevur verið burtur frá arbeiðsøki sínum longur enn 7 ár.

 

Til tess at fáa starvstíð frá nýggjum arbeiðsgevara skal arbeiðsfólkið kunna um møguliga starvstíð frá øðrum arbeiðsgevara við setan og í seinasta lagi, tá setanarprógvið verður undirskrivað.

 

Hjálparfólk

§ 26

 

Bilstjóri í føstum arbeiði, sum koyrir við fullum farmi, skal hava hjálparmann, tá ið hann heldur tað vera neyðugt. Undir lossing av koli og salti skal bilstjórin verða frítikin at arbeiða við.

 

Trukkar, ið verða nýttir í útiarbeiði á Eystaru Bryggju, skulu so hvørt sum teir verða útskiftir hava hús.

 

Limaskapur

§ 27

 

Stk. 1 Partarnir eru samdir um, at teir hava felags áhuga í, at allir arbeiðsgevarar eru skipaðir sum limir í arbeiðsgevarafeløgunum, og at øll arbeiðsfólk eru skipaði sum limir í arbeiðsmanna- og arbeiðskvinnufeløgunum.

 

Stk. 2 Arbeiðsgevarafelagið arbeiðir fyri at kunna arbeiðsgevarar um teir fyrimunir, sum eru við limaskapi í arbeiðsgevarafelag. Somuleiðis arbeiða arbeiðarafeløgini fyri at kunna arbeiðsfólk um teir fyrimunir, sum eru við limaskapi í arbeiðsmanna- og kvinnufeløgunum. Partarnir arbeiða fyri at tryggja at verandi sáttmálar verða hildnir. Arbeiðsfólk og arbeiðsgevarar hava skyldu at siga feløgum sínum frá, tá ið óskipaði arbeiðsfólk ella arbeiðsgevarar eru á arbeiðsplássinum.

 

Stk. 3 Um arbeiðsgevari fær áheitan frá arbeiðarafelag um kunnandi tiltak á arbeiðsplássinum, skal ein slík áheitan viðgerast við vælvild, eins og arbeiðarafelagið skal virða, at dagliga arbeiðið ikki eigur at verða órógvað. Harafturat skal arbeiðsgevari loyva arbeiðarafelag umvegis álitisfólk síni at lata arbeiðsfólkum, bæði verandi og nýggjum, kunnandi tilfar um teir fyrimunir, sum limaskapur í fakfelag gevur.

 

Formaður/-kvinna

§28

 

Formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag hevur rætt til farloyvi í í mesta lagi 6 ár uttan løn, og arbeiðsgevarin skal hava starv tøkt, tá ið farloyvistíðin er av.

 

Reingerð

§29

 

Stk. 1 Um avvarandi fakfelag ikki metir, at ávíst reingerðararbeiði við vanligum arbeiðsskjótleika kann fremjast innan teir tíðarkarmar, sum arbeiðsgevarin hevur sett av til hetta arbeiði, kann fakfelagið krevja, at ein ráðgevi, við viðkomandi førleikum, vegna fakfelagið fær høvi at kanna hølir og arbeiðsgongdir fyri at eftirkanna arbeiðið sæð í mun til nevndu tíðarkarmar. Sama er galdandi um fakfelagið metir, at tær umstøður, sum avtalaðar eru fyri reingerðina ikki eru loknar, t.d. at hølini ikki eru klár at gera rein.

 

Umboð fyri arbeiðsgevaran hevur rætt til at vera hjástatt, meðan kanningin fer fram.

Tá nevnda eftirkanning er farin fram, hevur ráðgevin rætt at krevja fund við arbeiðsgevaran fyri at viðgera eina møguliga ósemju um nevndu tíðarkarmar.

Um ósemjan ikki verður loyst, kann fakfelagið krevja málið viðgjørt saman við Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

Allir upplýsingar, sum koma fram undir slíkari eftirkanning, skulu viðgerast í trúnaði.

 

Stk. 2 Fyri høvuðsreingering verður veitt eykaviðbót uppá 9,15% um tíman.

 

Aðalfundur

§ 30

 

Tá ið Havnar Arbeiðsmannafelag lýsir til aðalfund, skal alt arbeiði steðga tveir tímar undan lýstu fundum. Í serligum førum kann undantak gerast eftir nærri avtalu partan­na millum.

 

 

Sáttmálasamráðingar

§ 31

 

Tingingar um nýggjan sáttmála skulu byrja seinast 8 dagar aftan á uppsøgn og fara fram, til sáttmáli er komin í lag ella semingsmaðurin (um slíkur er tilkallaður) sigur tingingarnar vera at enda komnar.

 

Notat:

Havnar Arbeiðsmannafelag váttar, at teir áðrenn næstu samráðingar vilja tillaga sín sáttmála, so hann samsvarar við sáttmálan hjá Føroya Arbeiðarafelag.

 

 

Arbeiðsklæðir og læknaváttan

§ 32

 

Á arbeiðsplássum, har serligur búni verður kravdur, hevur arbeiðsgevarin skyldu til at lata slíkan búna. Sama er galdandi fyri búna (fótbúna og klædnabúna), sum arbeiðsgevarin krevur bert verður brúktur á arbeiðsplássinum. Í seinna førinum er henda skylda tó ikki galdandi, fyrrenn arbeiðari hevur verið í arbeiði í 3 mánaðir.

 

Protokollat:

Partarnir virka fyri, at møgulig kravd læknaváttan fyri arbeiðararnar verður goldin av tí almenna.

 

Liðiligari sáttmálar

§ 33

 

Sett verður nevnd við umboðum frá báðum pørtum at gera uppskot um arbeiði viðvíkjandi forskotnari tíð, og annars at gera sáttmálarnar liðiligari og meira tíðar-hóskandi.

 

Hetta arbeiði skal verða liðugt til næstu samráðingar.

 

Lærlinga- og yrkislønir

§ 34

 

Stk. 1 Fyri lærlingar, sum eru undir Ll. nr. 94 frá 29.12.1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum ella samsvarandi lóggávu, og sum starvast innan sáttmálaøkið, er lærlingalønin henda:

 

1. læruárið                        32 % av yrkisløn

2. læruárið                        40 % av yrkisløn

3. læruárið                        45 % av yrkisløn

4. læruárið                        55 % av yrkisløn

 

Fyri yvirarbeiði verða øll læruárini goldið grundløn + yvirtíðarløn sambært § 8 í høvuðssáttmálanum.

 

Stk. 2 Yrkislønin fyri tey, sum hava lokið útbúgvingina sambært stk. 1 er kr. 134,44 fyri tíman, og mánaðarlønin er kr. 23.302,49. Yrkislønin verður javnað eins og hjá yrkislærdum.

 

Yvirtíðarlønin er sum ásett í høvuðssáttmálanum, tó soleiðis at prosentini verða roknaði av yrkislønini.

 

 

 

Protokollat:

Føroya Arbeiðarafelag/Havnar Arbeiðskvinnufelag/Havnar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag/Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag vátta við hesum, at um lóg ella kunngerð um upplæring/skeiðvirksemi, sum ikki kemur undir verandi lærlingaskipan í Ll. nr. 94 frá 29.12.1998 um yrkisútbúgvingar við seinni broytingum, verður sett í gildi, so skulu partarnir taka upp samráðingar um sáttmálaásetingar, sum skulu áset alønina hjá teimum persónum, sum fara undir slíka upplæring ella á slík skeið.

Hendan avtalan kemur í gildi tann dag hon er skrivað undir, og fylgir høvuðssáttmálanum.

Tórshavn, 30. apríl 2003.

 

§ 35

 

Sáttmálapartarnir kunnu gera sínamillum avtalur, sum avmarkaðar eru til ávís øki og ávís arbeiðspláss. Hesar avtalur skulu vera skrivligar.

 

 

Sáttmálauppsøgn

§ 36

 

Hesin sáttmáli hevur gildi frá 1. mai 2016, og kann sigast upp av pørtunum 4 mánaða ávaring til ein 1. mai, fyrstu ferð 1. mai 2018.

 

 

Tórshavn, tann 06. mai 2016

 

 

 

 

HAVNAR ARBEIÐSMANNAFELAG       FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG

 

Hans Joensen, formaður                      Bergur Poulsen, formaður

Jóhan Carl Dam, næstformaður           Høgni Hansen, næstformaður

Martin Wennerstrøm                             Kristoffur Laksá

Heri Reynheim                                      Fróði Magnussen

Sakaris Hansen                                    Jón Sigurdsson

                                                              Atli Gregersen

                                                              Bogi Jacobsen

 

Protokollat um rúmliga arbeiðsmarknaðin

 

Í sambandi við sáttmálasamráðingarnar 2007 millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag vóru partarnir samdir um hetta protokollat um rúmliga arbeiðsmarknaðin.

 

Sum útgangsstøði eru partarnir samdir um, at yvirskipaða sosiala ábyrgdin liggur hjá landstýri og løgtingi. Samstundis er tilknýti hjá einstaka borgarinum til arbeiðsmarknaðin av stórum týdningi sosialt og sálarfrøðiliga.

 

Partarnir meta, at í einum vælskipaðum samfelag eiga allir arbeiðsførir borgarar at hava møguleika at átaka sær arbeiðsuppgávur, sum liggja innan fyri teirra førleikakarm. Tí hevur tað týdning, at so nógvir borgarar sum gjørligt koma á og vera verandi á arbeiðsmarknaðinum.

 

Arbeiðsmarknaðurin má vera liðiligur, soleiðis at so nógv sum gjørligt fáa arbeiði í boði gjøgnum alt arbeiðslívið uttan mun til førleika.

 

Partarnir eru samdir um at fremja starvssetanir av fólki við skerdum førleika. Hetta kann m.a. gerast so at hesir starvsbólkar fáa serliga tillagaðar setanartreytir. Við støði í vanligu ásetingunum í sáttmálanum eigur sostatt at bera til at lata arbeiði vera gjørt undir serligum treytum.


[1] Kemur í gildi 1. oktober 2014

 


Lønarsáttmáli

 
 

§ 1

 

Arbeiðstíðin er 40 tímar ella 50 tímar um vikuna. Fyri arbeiðstíð omanfyri normaltíðina verður at gjalda yvirtíðarløn.

 

§ 2

                                                                                                                                                      

 

Tímars vika

Vanligt arbeiði

 

Skiti og ónossligt arbeiði

 

Arbeiðarar

40

21.443

 

21.506

 

Arbeiðarar

50

26.670

 

26.748

 

Bil- og gaffiltruckførarar

40

21.693

 

21.788

 

Bil- og gaffiltruckførarar

50

26.982

 

27.101

 

Bilstjórar á kranvognum, tankvognum (olja og bensin) og vognum við anhangara

40

22.209

 

22.301

 

Bilstjórar á kranvognum, tankvognum (olja og bensin) og vognum við anhangara

50

27.628

 

27.742

 

 

                                                                                             

Mánaðarlønirnar við 40 tíma viku og 50 tíma viku verða reguleraðar við somu broytingum í grundlønini sum í høvuðssáttmálanum faldað við ávíkavist 173,33 og 216,67 tímar um mánaðin. Mánaðarlønin verður roknað í heilum krónum.

 

Lønin skal verða á konto hjá løntakara í seinasta lagi seinasta yrkadag í mánaðinum. 

 

§ 3

 

Ungdómar 14 ár fáa 50%, 15 og 16 ár 75% av vaksnamannalønini bæði fyri normal-og yvirtíð. 17 ára gomul fáa fulla løn.

 

 

Ásetingar í sambandi við sjúku

§ 4

 

Verður arbeiðari, sum er settur sambært hesum sáttmála, orsakað av sjúku, sum gevur honum rætt til dagpening sambært lóg um dagpening, ikki førur fyri at gera sítt arbeiði, rindar arbeiðsgevarin munin millum tað, ið arbeiðarin fær útgoldið av dagpeningi, og tað hann vildi havt fingið í løn í starvinum. Veitingin frá arbeiðsgevara stendur bert við í ein mánað[1].

 

§ 5

 

Arbeiðarar við døgndrift við 3 skifti vakt verða løntir soleiðis:

           Fyri 6 dagar verður lønin sum fyri 50 tíma viku.

            Fyri 5 dagar verður lønin sum fyri 40 tíma viku.

 

Fyri fastlønt arbeiðsfólk er uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevara síðu:

upp til 6 mánaða starvstíð: 1 mánaði til ein 1. í mánaðinum,

frá 6 mðr. til 2 ára starvstíð:           2 mánaðir til ein 1. í mánaðinum,

meira enn 2 ára starvstíð:   3 mánaðir til ein 1. í mánaðinum

 

Uppsagnarfreistin við uppsøgn frá arbeiðsfólkinum: 1 mánaði til ein 1. í mánaðinum.

Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar.

 

 

 

Tórshavn, tann 06. mai 2016

 

 

HAVNAR ARBEIÐSMANNAFELAG              FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG

 

Hans Joensen, formaður                           Bergur Poulsen, formaður

Jóhan Carl Dam, næstformaður                Høgni Hansen, næstformaður

Martin Wennerstrøm                                  Kristoffur Laksá

Heri Reynheim                                           Fróði Magnussen

Sakaris Hansen                                         Jón Sigurdsson

                                                                    Atli Gregersen

                                                                    Magni Arge

 


[1] Kemur í gildi 1. oktober 2014


 

 

ÁLITISMANNASKIPAN

 

1. Á arbeiðsplássum har 5 ella fleiri fólk eru í vinnu, kunnu tey velja sær álitisfólk fyri 2 ár ísenn.

    

    Bert fólk við føstum tilknýti til arbeiðsplássið, tímalønt ella fastlønt, kunnu verða vald til álitisfólk.

 

2. Á arbeiðsplássum har 20 ella fleiri fólk eru í vinnu, kunnu tey harafturat velja sær eitt trivnaðarumboð, tó uttan at hesi eru fevnd av verjuni í pkt. 10 og pkt. 11.

 

3. Álitisfólk skulu hava neyðuga kunning um tiltøk, sum ætlanin er at fremja, og sum kunnu hava ávirkan á arbeiðsumstøður.

 

4. Arbeiðsgevarin og nevndin í avvarðandi yrkisfelag skulu hava skrivliga fráboðan um, hvørji eru vald sum álitisfólk og trivnaðarumboð.

 

5. Álitisfólkið er umboðs- og tingingarfólk lagsbrøðranna við arbeiðsgevaran ella umboðsfólk hansara og skal gera sítt ítarsta til, at arbeiðið fer siðiliga fram á plássinum.

 

    Arbeiðsgevarin og álitisfólkið eiga í felag at fremja eitt gott samarbeiði á arbeiðsplássinum.

 

    Miðað verður ímóti, at álitisfólk er á hvørjari vakt.

 

6. Partarnir eru samdir um, at arbeiða fyri best møguligum trygdar- heilsu- og trivnaðarviðurskiftum á arbeiðsplássunum.

 

Endamálið er at skapa trygd, trivnað og menning á arbeiðsplássinum, at stimbra sosialt samanhald, og stimbra áhugan hjá starvsfólkinum og leiðslu fyri teimum arbeiðsuppgávum, sum áliggja. Viðvíkjandi trygdar- og heilsuviðurskiftum verður víst til galdandi arbeiðsumhvørvislóg.

 

Leiðsla og starvsfólk skulu í felag miða eftir, at tey krøv, sum frammanfyri eru sett til heilsuumstøður og trivnaðarviðurskifti, verða rokkin.

 

Heilsu- og trivnaðarpolitikkur fyri arbeiðspláss

 

Arbeiðsgevarar skulu bera so í bandi:

 

At arbeiðsumstøðurnar eru soleiðis skipaðar, at minst møguligur vandi er fyri strongd millum arbeiðsbólkini,

 

At tiltøk verða framd, sum skulu tryggja gott samstarv millum leiðslu og arbeiðsfólk og millum arbeiðsfólkini sínámillum,

 

At happing ikki fer fram á arbeiðsplássinum,

 

At møgulig kærumál um heilsu- og trivnaðarviðurskifti beinanvegin verða tikin upp, og verða viðgjørd millum leiðslu, álitisfólk og trygdarumboð,

 

At neyðug tiltøk verða framd fyri at bøta um viðurskiftini, um tað vísir seg at tey viðurskiftini, sum nevnd eru frammanfyri, ikki eru nøktandi.

 

At trivnaðarumboðini í arbeiðstíðini fáa høvi til at leggja til rættis sosial tiltøk, uttan lønarmiss, tó so at tað tarnar arbeiðnum sum minst. Hesi tiltøk kunnu eisini liggja uttanfyri arbeiðsplássið.

 

7. Álitisfólkið skal bera fram klagur og tilmæli frá arbeiðsfeløgum til arbeiðsgevaran ella, um hann ikki er at hitta, so til umboð hansara.

 

Álitisfólkið hevur eisini átalurætt viðvíkjandi ótrygd á arbeiðsplássinum, sí annars løgtingslóg nr. 58 frá 24. mai 1974.

 

Og eisini hevur álitisfólkið átalurætt viðvíkjandi málum, sum nevnd eru í 6 petti.

 

8. Um álitisfólk, tá samráðing er farin fram, ikki er komið til eina loysn við leiðsluna á arbeiðsplássinum, sum arbeiðarnir kunnu góðtaka, skal málið beinanvegin leggjast fyri viðkomandi fakfelag.

 

Álitisfólk og arbeiðarar kunnu ikki niðurleggja arbeiðið, fyrrenn nærri boð eru komin frá fakfelagnum

 

9. Álitisfólkið hevur rætt til at fáa frí  at røkja uppgávur sínar sum álitisfólk. Skyldurnar hjá arbeiðsfólkinum skulu fremjast soleiðis, at tað tarnar framleiðsluni sum minst. Leiðslan skal skjótast til ber hava boð um fráveruna.

 

Í hesum føri, eins og tá leiðslan boðsendir álitisfólki um mál, sum hava við arbeiðarar ella arbeiðsviðurskifti at gera, skal álitisfólkið fáa ta vanligu lønina fyri ta tíð, tey eru úr arbeiði.

 

10. Uppsagnartíðin hjá álitisfólki er sambært sáttmálanum, sum viðkomandi er sett/ur eftir.. Harafturat fær álitisfólkið goldið 1 mánaðarløn.

 

Uppsøgnin skal grundgevast og bert fremjast av ávísari neyðugari ørsøk. Stendst uppsøgnin av vinnuloysi er sama galdandi fyri álitisfólk, sum fyri vanligar arbeiðarar annars.

 

11. Verður ósemja um uppsøgn álitisfólksins, verður hon at viðgera eftir § 21 b. Tekur slík ósemja seg upp, skulu feløgini beinan vegin taka upp samráðingar, áðrenn farið verður til gerðarrætt.

 

Fastheldur arbeiðsgevarin uppsøgn sína hóast gerðarrættaravgerð, sum gongur honum ímóti, ásetur gerðarrætturin tað endurgjald, sum hann verður at rinda álitisfólkinum.

 

Støddin av hesum verður at áseta eftir teim fyriliggjandi umstøðunum, men kann tó ikki setast til meira enn 3 mánaðarlønir sambært § 3 í fastlønarsáttmálanum.

 

12. Álitisfólk skal fáa frí uttan løn til at luttaka á skeiðum og øðrum fundum í sambandi við álitisfólkastarvið. Arbeiðsgevari skal skjótast til ber hava boð um fráveruna.

 

13. Tiltaksfólk fyri álitisfólk, sum skal vera á staðnum, tá álitisfólk hevur forfall, skulu virka undir somu treytum og hava somu sømdir sum álitisfólkini.

 

14. Um so er, at arbeiðarnir semjast um at velja eitt nýtt álitisfólk, kann slíkt val fara fram sambært punkt 1 og 4.

 

15. Broytingar í hesi álitisfólkaskipan kunnu bert gerast í samband við sáttmála-tingingar.

 

16. Um so er at ivamál taka seg upp viðvíkjandi hesi skipan, verða tey at leggja fyri gerðarrættin sambært § 21 b í sáttmálanum millum feløgini.

 

 

Tórshavn, tann 6. mai 2014

 

 

 
 

HAVNAR ARBEIÐSMANNAFELAG                     FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG

 

Hans Joensen, formaður                                  Bergur Poulsen, formaður

Jóhan Carl Dam, næstformaður                      Høgni Hansen, næstformaður        

Martin Wennerstrøm                                         Kristoffur Laksá

Heri Reynheim                                                   Jón Sigurdsson

Sakaris Hansen                                                 Fróði Magnussen

                                                                             Atli Gregersen

                                                                             Bogi Jacobsen

 
 
 

  

Avtala um tøkni

 
 

 

Millum            Føroya Arbeiðarafelag

                      Havnar Arbeiðskvinnufelag

                      Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

                      Havnar Arbeiðsmannafelag

 

Og                 Føroya Arbeiðsgevarafelag/Havnar Arbeiðsgevarafelag

 

er í dag gjørd henda avtala um tøkni:

 

 

§ 1

Um nýggj tøkni verður tikin í nýtslu á einum arbeiðsplássi, og henda tøkni væntandi kemur at hava við sær munandi ávirkan á arbeiðsgongdina og ella arbeiðsumstøðurnar hjá arbeiðsfólkinum, so skal arbeiðsgevarin skjótast til ber, og har hetta ber til minst 4 vikur áðrenn tøknin verður tikin í nýtslu, geva arbeiðsfólkinum neyva kunning um hesa tøkni og tær avleiðingar tøknin væntandi fer at hava við sær fyri arbeiðsfólkið.

 

§ 2

Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at geva arbeiðsfólkinum neyðuga upplæring í nýtsluni av nýggju tøknini, áðrenn hon verður tikin í nýtslu.

 

§ 3

Arbeiðsgevarin skal kunna starvsfólki um broytingarnar, sum kunnu standast av nýggju tøknini, um hon hevur við sær, at starvsfólk mugu sigast upp. Miðast skal ímóti at slík generel kunning fer fram í seinasta lagi 14 dagar áðrenn møguligar uppsøgnir kunnu koma uppá tal.

 

Sjálv uppsøgnin av arbeiðsfólkinum skal fara fram sambært teimum uppsagnarfreistum, sum ásettar eru í avvarandi sáttmála.

 

§ 4

Um arbeiðsgevarin, við fráboðan um nýggja tøkni sambært grein 1 og 3, kemur í vanda fyri at avdúka viðurskifti, sum álvarsliga kunnu skaða kappingarumstøðu hansara, so hevur hann ikki skyldu at boða arbeiðsfólkinum frá hesari tøkni fyrr enn tøknin eftir ætlan verður tikin í nýtslu

 

§ 5

Henda avtala kemur í gildi 1. mai 2005 og kann sigast upp saman við galdandi høvuðssáttmála.

 

 

Tórshavn tann 3.mai 2005

 

 

HAVNAR ARBEIÐSMANNAFELAG       HAVNAR ARBEIÐSGEVARAFELAG

 

Hans Joensen                                                 Hákun Djurhuus

Jan Midjord                                                      Høgni Hansen

Sakaris Hansen                                              Árni Joensen

Jóhan Carl Dam                                              Gunnar Mohr

Kári Olsen                                                       Joel undir Leitinum