Ískoytisavtala um byggivinnuna

 

 Ískoytisavtala til prentingar


Ískoytisavtala til høvuðssáttmálarnar
millum
Føroya Arbeiðsgevarafelag
og
Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag
 
 
 
Grein 1
Omanfyri nevndu partar eru samdir um, at
-          tá talan er um verkætlanir innan byggivinnuna
-          har í minsta lagi 8 arbeiðsfólk eru tengd at verkætlanini og
-          arbeiðið eftir ætlan skal vara í minsta lagi 3 mánaðir
kunnu lønarviðurskiftini verða sum ásett í hesari ískoytisavtalu.
 
Grein 2
Stk. 1 Arbeitt kann verða sambært hesi grein í antin 8-tíma degi, 16-tíma degi í tíðarskeiðnum 07 – 24 ella 24-tíma degi mánadag til fríggjadag. Leygardag, sunnudag, halgidagar og frídagar sambært høvuðssáttmálanum verður lønt sambært høvuðssáttmálanum eins og arbeiði uttanfyri nevndu arbeiðsskipanir.
Sama arbeiðstíð er galdandi fyri øll arbeiðsfólk á arbeiðsplássinum, treytað av at talan er um somu arbeiðsuppgávur. Um skift verður frá einari skipan til aðra, skal hetta fráboðast í minsta lagi 24 tímar frammanundan.
Stk. 2. Um arbeitt verður 8-tíma dag, verða lønarásetingarnar í høvuðssáttmálanum galdandi óbroyttar, umframt møguliga yvirtíð.
Stk. 3. Um arbeitt verður 16-tíma dag (8 tímar hvørja vakt), verður tímalønin 143,24 kr, umframt viðkomandi viðbøtur í § 4 og § 5 í høvuðssáttmálanum og møguligar starvstíðarviðbøtur.  Verður arbeitt fleiri enn 8 tímar á vaktini, verða teir tímar, sum eru umframt teir 8 tímarnar, løntir sambært lønarásetingunum í høvuðssáttmálanum.
Stk. 4. Um arbeitt verður 24-tíma dag (2-skifti ella 3-skifti vakt), verður tímalønin 152,97 kr, umframt viðkomandi viðbøtur í § 4 og § 5 í høvuðssáttmálanum og møguligar starvstíðarviðbøtur.
Stk. 5. Døgurðasteðgurin á 20 min. verður ikki frádrigin, ella verður hildin sambært sáttmálanum. Um arbeitt verður í skiftum, so verður mattíðin ikki frádrigin fyri 2. og 3. holdið. Kaffisteðgir verða praktiseraðir soleiðis sum tað higartil hevur verið gjørt.
Stk. 7. Um arbeitt verður í skiftum, skal miðjast ímóti at hava nøkulunda eins stór hold, sum skiftast um vaktirnar hvørja viku.
 
Grein 3
Stk. 1. Henda ískoytisavtala er ikki galdandi fyri verkætlanir, har byggiavtala er gjørd, og arbeiðið er byrjað, áðrenn ískoytisavtalan kom í gildi.
Stk. 2. Hóast ískoytisavtalan fer úr gildi, verður hon framhaldandi at galda fyri verkætlanir, har byggiavtala er gjørd, meðan hon var í gildi.
 
Grein 4
Stk. 1. Har annað ikki er tilskilað í hesari avtalu, eru ásetingarnar í høvuðssáttmálanum galdandi, m.a. reglurnar um eftirløn.
Stk. 2. Feløgini hava rætt til at fáa útflýggja yvirlit yvir starvsfólk, sum eru sett sambært hesum sáttmála.
 
Grein 5
Henda ískoytisavtala er sum royndartíð fyribils galdandi fram til 1. mai 2014, sí tó grein 3, stk. 2.
 
 
2. november 2012[1]
 

[1] Sáttmálin er enn í gildi. Lønirnar eru dagførdar 1. mai 2016 og aftur 1. mai 2017.

 
 
Føroya Arbeiðsgevarafelag                                                         Føroya Arbeiðarafelag
                                                                                                     Havnar Arbeiðsmannafelag