Fastlønarsáttmálin

 

► Sáttmáli til prentingar


 
 
 
Sáttmáli
fyri fastlønt á fiskavirkjum
millum
Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag,
Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag
Partur 1 – Sáttmálaøki
§1 Sáttmálaøki
Hesin sáttmáli fevnir um fastlønt arbeiðsfólk á fiskavirkjum, sum fakliga eins væl og landafrøðiliga eru fevnd av økinum hjá Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
 
Partur 2 – Løn og arbeiðstíð
§2 Almenn lønarviðurskifti
Stk. 1. Mánaðarlønin er tímalønin ásett í høvuðssáttmálanum x 173,33, ið er roknað sum 40x52/12
Stk. 2. Starvstíðarviðbøturnar í høvuðssáttmálanum eru eisini galdandi fyri henda sáttmála.
Stk. 3. Lønin verður útgoldin afturút eina ferð um mánaðin, í seinasta lagi 25. í mánaðinum.
Stk. 4. Arbeiðsgevari hevur skyldu at geva arbeiðsfólki sínum lønarseðlar, herundir útgreinaðar tímauppgerðir.
 
§3 Tímauppgerð
Stk. 1. Yvirtíðartímar verða førdir yvir á tímauppgerðina við tí virði, teir hava, umroknað til tímar.
 
Stk. 2. Grundarlagið undir tímauppgerðini er talið av tøkum arbeiðstímum í undanfarna mánaða, roknað soleiðis: tal av arbeiðsdøgum í undanfarna mánaða x 8, sum er tal av arbeiðstímum í einum degi.
 
Stk. 3. Undanfarni mánaði merkir í hesum førinum tíðarskeiðið frá 20. í undanfarna mánaða til 19. í inniverandi mánaða.
 
Stk. 4. Er talið av tímum í tímauppgerðini hægri, enn grundarlagið, sum gjørt er sambært stk. 2 og stk. 3, verða yvirskotstímarnir fluttir á tímauppgerðina.
 
Stk. 5. Er talið av tímum í tímauppgerðini lægri, enn grundarlagið, sum gjørt er sambært stk. 2 og stk. 3, verða undirskotstímarnir frádrignir tímauppgerðini. Hetta frádrag verður altíð tikið av elstu tímunum í tímauppgerðini.
 
Stk. 6. Avspáking skal fara fram innan 6 mánaðir eftir at avspákingartímarnir eru uppspardir. Arbeiðsgevari avger í samráð við arbeiðsfólki, nær avspáking kann fara fram.
 
Stk. 7. Tímar á tímauppgerðini, sum eru eldri enn 6 mánaðir, verða ávikavist útgoldnir ella afturhildnir í lønini.
 
Afturhald kann í mesta lagi svara til 10% av føstu mánaðarlønini.
 
Stk. 8. Til ber at gera frávik frá stk. 7 um arbeiðsgevari og arbeiðsfólk verða samd um tað.           
 
Stk. 9. Tá arbeiðsfólk verður sagt úr starvi kann arbeiðsgevari mótrokna undirskotstímar í uppsagnarlønini. Eru fleiri undirskotstímar enn mótroknast kunnu í uppsagnarlønini, fella hesir burtur. Møguligir yvirskotstímar verða útgoldnir arbeiðsfólkinum.
 
Stk. 10. Tá arbeiðsfólk sjálvt sigur seg úr starvi, kann arbeiðsgevari mótrokna undirskotstímar í restlønarupphæddini/uppsagnarlønini. Eru fleiri undirskotstímar enn mótroknast kunnu í restlønarupphæddini/uppsagnarlønini, kann arbeiðsgevarin krevja, at arbeiðsfólki rindar hesar, tó í mesta lagi svarandi til 1 mánaðarløn. Møguligir yvirskotstímar verða útgoldnir arbeiðsfólkinum.
 
Stk. 11. Avmarkingarnar í stk. 10 er ikki galdandi, tá uppsagnartíðin í § 9 verður brotin av arbeiðsfólkinum.
 
§4 Forskotin tíð
Stk. 1. Fyri arbeiði forskotna tíð verða tímar taldir við hesum lutfalli:
Tá normalarbeiðstíðin er kl. 07-16
Millum kl. 16 – 20                                    1,10
Millum kl. 20 – 24                                    1,15
Tá normalarbeiðstíðin er kl. 08-17
Millum kl. 17 – 21                                    1,10
Millum kl. 21 – 24 og kl. 07 - 08              1,15
Tá normalarbeiðstíðin er kl. 09-18
Millum kl. 18 – 22                                    1,10
Millum kl. 22 – 24 og kl. 07 - 09              1,15
Stk. 2. Tíðin frá kl. 24.00 – 07.00 umframt arbeiði leygardagar, sunnu- og halgidagar verður altíð at rokna sum yvirtíð sambært § 9 í høvuðssáttmálanum.
Hesir tímar verða hildnir uttanfyri mánaðarliga grundarlagið í § 3, stk. 2 og stk. 3. Tímarnir verða tó ikki útgoldnir serstakt, men fluttir á tímauppgerðina og viðgjørdir sambært § 3.
Ásetingarnar í høvuðssáttmálanum um skiftisvakt og døgndrift eru ikki galdandi fyri fastlønt. Henda áseting forðar tó ikki fyri, at fastlønt arbeiða í skiftisvakt ella døgndrift saman við tímaløntum, men verða tó lønt sambært hesum sáttmála.
 
§5 Yvirtíð
Stk. 1. Verður arbeitt fleiri tímar enn mánaðarliga grundarlagið, sum er gjørt sambært § 3, verður yvirtíðin 35% fyri hesar tímar.
Til ber ikki at fáa viðbót fyri forskotna tíð og yvirtíð fyri sama tíma. Tí fellur ein møgulig viðbót fyri forskotna tíð burtur, um hesir tímar liggja omanfyri mánaðarliga grundarlagið. Ístaðin verður yvirtíð roknað.
Stk. 2. Verður arbeitt fleiri enn 10 tímar í ein dag, verður yvirtíðin roknað soleiðis
Fyrstu 2 tímarnar                35%
Fylgjandi tímarnar              60%
Hesir yvirtíðartímar verða hildnir uttanfyri mánaðarliga grundarlagið. Tímarnir verða tó ikki útgoldnir serstakt, men fluttir á tímauppgerðina og viðgjørdir sambært § 3.
 
§6 Parttíðarsett
Tímauppgerðirnar omanfyri verða fyri parttíðarsett roknaðar lutfalsliga, og yvirtíð verður roknað sambært § 4 og § 5.
 
Partur 3 – Setanarviðurskifti
§7 Setanarprógv
Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.
 
§8 Sjúka, frítíð og frídagar
Stk. 1. Undir sjúku fáa arbeiðsfólk dagpengar sambært løgtingslóg um dagpengar.
Stk. 2. Arbeiðsfólk, sett eftir hesum sáttmála, hava rætt til frítíð við løn, sum er hildin sambært løgtingslóg um frítíð, heruppií 1,5% í frítíðarískoyti.
Stk. 3. Halgidagar og skeivar frídagar annars verða hildnir sambært høvuðssáttmálanum. Hesir verða ikki frádrignir tímauppgerðini.
 
§9 Uppsøgn
Stk. 1. Fyri fastlønt arbeiðsfólk er uppsagnarfreistin frá arbeiðsgevara síðu:
Upp til 6 mánaða starvstíð eftir hesum sáttmála:          1 mánaði til ein 1. í mánaðinum,
frá 6 mdr. til 2 ára starvstíð eftir hesum sáttmála:        2 mánaðar til ein 1. í mánaðinum,
meira enn 2 ára starvstíð eftir hesum sáttmála:            3 mánaðir til ein 1. í mánaðinum.
Uppsagnarfreistin við uppsøgn frá arbeiðsfólkinum:1 mánaði til ein 1. í mánaðinum.
Uppsøgnin skal vera skrivlig fyri báðar partar. 
 
§10 Aðrar ásetingar
Har annað ikki er nevnt í hesum sáttmála eru ásetingarnar í høvuðssáttmálanum galdandi.
 
Partur 4 – Gildiskeið
§11 Gildisskeið
Stk. 1. Hesin sáttmáli fær gildi 1. mai 2016 og kann sigast upp av báðum pørtum við 4 mánaða freist til ein 1. mai, tó fyrstu ferð 1. mai 2018.
 
Tórshavn, 6. mai 2016
Fyri Føroya Arbeiðsgevarafelag                   Fyri Føroya Arbeiðarafelag
 
 
Fyri Havnar Arbeiðsmannafelag                   Fyri Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
 
Fyri Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag              Fyri Havnar Arbeiðskvinnufelag