Busssáttmálin

 

Sáttmáli til prentingar

 

 


 

 
SÁTTMÁLI
millum
FØROYA ARBEIÐSGEVARAFELAG
og
FØROYA ARBEIÐARAFELAG OG HAVNAR ARBEIÐSMANNAFELAG
 
 
 

§ 1

 

Sáttmálin fevnir um bussførarar hjá Bygdaleiðum og Bussleiðini.

 

Tey, sum verða sett í starv sambært hesum sáttmála, hava rætt til setanarprógv sambart løgtingslóg um setanarprógv.

 

§ 2
Arbeiðstíð

 

Arbeiðstíðin er í meðal 40 tímar um vikuna. Dagliga arbeiðstíðin verður at leggja millum klokkan 06.00 á morgni og klokkan 01.00 á nátt.

 

Jólaaftan eftir klokkan 16.00 verður at rokna sum frídagur.

 

Fyri Bygdaleiðina er fylgjandi galdandi:
Dagliga arbeiðstíðin skal ikki verða avbrotin við styttri enn tveimum tímum um dagin. Útskeiðan av bussførara kann bara verða framd einaferð hvønn dag og bert í tí býi/bygd, bussurin koyrir út frá.

 

Fyri Bussleiðina er fylgjandi galdandi:
Vaktirnar skulu verða lagdar í fasta raðskipan (turnus). Munur í meðalviku skal í mesta lagi vera +/- 10 tímar.

 

Vaktirnar skulu leggjast soleiðis, at ein førari koyrir eina vakt um dagin, tó kann førari koyra tvær vaktir ein dag um vikuna, har í mesta lagi 2 tímar kunnu vera millum hesar báðar vaktir.

Minst tveir frídagar í einum 14 daga skeiði skulu vera saman í vikuskiftinum.


§ 3

 

Bussførarnir átaka sær at røkja bussrutukoyring til tær tíðir og á tann hátt, sum farleiðin hevur skyldu til.

 

§ 4

 

Bussførari kann ikki seta annan uttanfyristandandi í sítt stað, men loyvt er tó sínamillum at býta vaktirnar í samráð við busseigaran.

 

§ 5
Barilsfarloyvi og sjúka

 

Stk. 1. Løntakari, sum er settur í starv eftir hesum sáttmála, eigur rætt til barsilsfarloyvi sambært galdandi lóggávu.

 

Stk. 2. Verður bussførari, orsakað av sjúku (barnsburði) ikki førur fyri at gera arbeiði, er hansara tænasturøkt at meta, sum lógligt forfall.

 

Undir sjúku, sum er longri enn 3 dagar, skal bussførarin í seinasta lagi 3. sjúkradagin leggja fram læknaváttan um óarbeiðsføri, um busseigarin krevur tað.

 

Lúkar hann ikki hesa skyldu, hevur busseigarin rætt til, uttan ávaring at slíta tænastuna.

 

§ 6
Dagpeningur

 

Verður bussførari orsakað av sjúku, ið gevur honum rætt til dagpening sambært lógina um dagpening, ikki førur fyri at gera sítt arbeiði, rindar busseigarin munin millum tað, ið bussførarin fær útgoldið av dagpeningi, og tað hann vildi havt fingið í løn í starvinum. Veitingin frá busseigaranum stendur bert við í ein mánað.

 

§ 7
Løn

 

Bussførarar fáa útgoldið løn eina ferð um mánaðin. Lønin verður roknað soleiðis, at bussførari arbeiðir 40 tímar um vikuna ella 173,33 tímar um mánaðin.

 

Tímalønin[1] er grundlønin í §2 í høvuðssáttmálanum við hægru kranvognaviðbótini x 1,24.

Mánaðarlønin[2] er tímalønin x 173,33.

 

Lønin verður prístalsviðgjørd sambært tí til eina og hvørja tíð galdandi løgtingslóg um prístalsviðgerð av løn.

 

Lønin verður flutt í seinasta lagi tann 25. í hvørjum mánað, og avrokning skal fylgja við, so ein sær, hvat lønin er fyri.

 

Bussførarar hava ikki rætt til úrtíðarløn, tí henda er íroknað lønina. Um arbeitt verður longur enn 40 tímar, eigur bussførarin rætt til tímalønina nevnda í øðrum reglubroti.

 

[1]

Tímalønin 1. mai 2016 kr. 158,77 (123,09+4,02%*1,24)

Tímalønin 1. mai 2017 kr. 162,12

 

[2]

Mánaðarlønin 1. mai 2016 kr. 27.519,60

Mánaðarlønin 1. mai 2017 kr. 28.100,26

 

Starvsaldur


Bussførarar fáa starvsaldur samsvarandi §24 í høvuðssáttmálanum. Tá bussførari hevur rætt til starvsaldur verður hesin roknaður inn í tímalønina í §7, 2. reglubroti.

 

Frítíðarløn


Bussførari fær frítíðarløn sambært løgtingslóg um frítíð við løn.

 

Uppsøgn

Starvsavtala millum busseigara og tímaløntan bussførara kann sigast upp til uppathald við einum mánaða freist til tann fyrsta í einum mánaða, meðan starvsavtala millum busseigara og fastløntan bussførara kann sigast upp eftir uppsagnarfreistunum í fastlønarsáttmálanum. Hetta er tó ikki galdandi, tá avtalað er, at arbeiðið bert er fyribils ella sum roynd, og at hesi arbeiðsviðurskifti vara ikki longur enn 3 mánaðir. Uppsøgnin skal vera skrivlig.

 

§ 8

Busseigari kann slíta tænastuna uttan ávaring, um bussførari ikki heldur skyldur sínar, sum eru vanligar í slíkum arbeiði. Serliga verður tilskilað at hava gott skil á peningainnkrevjing fyri ferðagjald.

 

§ 9
Álitismannaskipan

 

Viðvíkjandi álitismannaskipan verður víst til høvuðssáttmálan millum Føroya Arbeiðarafelag /Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag, tó kunnu starvsfólk velja álitisfólk hóast einans 3 starvsfólk starvast hjá arbeiðsgevaranum.

 

§ 10
Limaskapur, eftirløn v.m.

 

Viðvíkjandi eftirløn, lívstrygging, limagjøldum og eftirsitiløn verður víst til høvuðssáttmálan millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag/Havnar Arbeiðsmannafelag.

 

Viðvíkjandi limaskapi verður víst til frein 25 í nevndu sáttmálum.

 

§ 11
Búni & samskiftisútgerð

 

Busseigarin átekur sær at útvega bussføraranum búna og navnamerki, um slíkt verður kravt.

 

Oljuklæðir skulu vera á staðnum har bussurin verður vaskaður, og samskiftisútgerð skal vera í øllum bussunum. Hiti skal vera í hølunum, har oljuklæðini eru tøk.

 

§ 12
Koyribók

 

Hvør bussur skal hava egna koyribók og skal hon liggja í bussinum. Brek og saknir skulu beinanvegin verða skrivaði í koyribókina hjá bussinum og fráboðast busseigaranum. Sekt, áløgd bussførara, orsakað av brekum ella saknum í arbeiðstólum, sum busseigarin er kunnaður um, verða goldnar av busseigaranum.

 

§ 13
Gerðarrættur

 

Viðvíkjandi gerðarrætti verður víst til høvuðssáttmálan millum Føroya Arbeiðarafelag/Havnar Arbeiðsmannafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag.

 

§ 14

Uppsøgn av sáttmála

 

Sáttmálin er galdandi frá 1. mai 2016 og kann sigast upp við 2 mánaða ávaring av báðum pørtum til ein 1. mai, fyrstu ferð tann 1. mai 2018.

 

Ymiskt

 

Dentur verður lagdur á, at bussførarnir fara so væl um bussin sum gjørligt, og um skaðar koma, beinanvegin boða hesar til busseigarnar.

 

Tað vildi verið ynskiligt, at bussførarar vóru tiknir til ráðs, tá ið rutur og aðrar broytingar verða gjørdar.

 

Viðvíkjandi ferðafólki verður álagt bussførarum at sýna góðan og fólkaligan atburð mótvegis teimum.

 

Bussførarar hava skyldu til at taka lut í teimum eftirútbúgvningar-skeiðum, sum verða kravd í samband við hálkukoyring, myrkakoyring, fyrstu-hjálp o.a. Hesi skeið eru uttan útreiðslur fyri bussførarar.

 


Tórshavn, tann 6. mai 2016.

 

 

Føroya Arbeiðarafelag/ Havnar Arbeiðsmannafelag                       Føroya Arbeiðsgevarafelag