Sáttmáli fyri pelagisku virkini

 

Sáttmáli til prentingar

 


 

 

SERSÁTTMÁLI
millum
Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag (í sáttmálanum nevnd"fakfeløgini")


øðrumegin og


Føroya Arbeiðsgevarafelag ( í sáttmálanum nevnd "FAG")

hinumegin

 

 

er í dag gjørdur hesin sersáttmáli.

§ 1


Øki sáttmálansSáttmálin fevnir um øll arbeiðsfólk, sum starvast á uppisjóvarvirkjum, herundir eisini innan landing og avskiping (í løtuni P. P. Faroe Pelagic, Varðin Pelagic og Pelagos). 

 

§ 2

Lønarásetingar

 

Stk. 1. Partarnir eru samdir um, at tímalønin fyri allar tímar í samdøgrinum, mánadag til og við fríggjadag (mánamorgun kl. 00.00 til fríggjadag kl. 24.00) verður kr. 151,69[1] um tíman, og er hetta galdandi uttan mun til, hvussu vaktirnar eru skipaðar, ella um arbeitt verður vanliga normaltíð.

 

Stk.2. Um arbeiðsfólk arbeiðir longri enn 12 tímar á vaktini, verður fyrstu tríggjar tímarnar aftaná goldin leygardagsløn sambært stk. 3. Fylgjandi tímar verður goldin sunnu- og halgidagsløn sambært stk. 3

 

Stk. 3. Fyri arbeiði leygar- sunnudag og aðrar halgidagar umframt frídagar sambært sáttmálanum millum fakfeløgini og FAG, verður lønin, sum ásett í sáttmálanum millum fakfeløgini og FAG, herundir galdandi yvirtíðartakstir. Tímalønin er pr. 1. mai 2016 kr. 203,10[2] fyri leygardagar og kr. 246,18[3] fyri sunnu- og halgidagar.

 

Stk. 4. Harumframt skal gjaldast starvstíðarviðbót sambært teimum til eina og hvørja tíð galdandi takstum í sáttmálanum millum fakfeløgini og FAG.

 

Stk. 5. Arbeiðsfólk, ið eru til arbeiðis, hóast ongin framleiðsla er á virkinum, verða lønt sambært høvuðssáttmálanum. Henda áseting er galdandi frá einum samdøgri aftaná at framleiðsla endar ella til liðugt er at rigga av og vaska aftaná framleiðsluna,  til eitt samdøgur áðrenn nýggj framleiðsla byrjar.

 

Hendan áseting er ikki galdandi tá talan er um landing ella avskiping.

 

Stk. 6. Partarnir eru samdir um, at lønin framyvir hækkar við sama prosentstigi, sum lønin hækkar í samráðingunum millum fakfeløgini og  FAG um sáttmálaviðurskiftini á privata arbeiðsmarknaðinum.

 

Stk. 7. Um arbeiðsfólkið ynskir tað, og fakfeløgini skrivliga góðtaka hetta, so kann lønin ásetast til kr. 140,53[4] pr. tíma á dagvaktini (frá kl. 08.00 – 20.00) og kr. 162,69[5] pr. tíma á náttarvaktini (frá kl. 20.00 – 08.00) frá mánadegi kl. 00:00 til fríggjadag kl. 24:00.

 

[1] 1. mai 2017 kr. 154,89

[2] 1. mai 2017 kr. 207,39

[3] 1. mai 2017 kr. 251,37

[4] 1. mai 2017 kr. 143,50

[5] 1. mai 2017 kr. 166,28

§ 3

 

Summarfrí

Viðvíkjandi summarfrí verður víst til galdandi frítíðarlóggávu. 

 

§ 4

 

Aðrar ásetingar

Stk. 1. Har aðrar ásetingar ikki eru gjørdar í hesum sersáttmála, so eru ásetingarnar í sáttmálanum millum fakfeløgini og FAG galdandi, herundir ásetingarnar um eftirlønargjøld, limagjøld og aðrar ásetingar. Viðbót fyri sildaarbeiði verður tó ikki galdandi fyri hendan sáttmála.

 

Stk. 2. Viðvíkjandi ásetingini um upplýsingar til arbeiðsfólk um nær arbeiði byrjar (§ 9 í høvuðssáttmálanum), so skal freistin sambært hesum sáttmála vera 8 tímar. Um serlig viðurskifti eru, t.d. fólk ikki møtir til arbeiðis vegna sjúku, so er nevnda 8 tíma freist ikki galdandi, tá onnur fólk skulu boðsendast til arbeiðis.

 

 

§ 5

 

Gildisskeið og ætlanarlýsing

Hesin sersáttmáli er galdandi frá undirskrivingardegnum og kann uppsigast við fýra mánaðar freist til í fyrsta lagi 1. mai 2018. 

 

Starvstíð vunnin áðrenn henda avtala kemur í gildi verður eisini roknað við í samlaða starvsaldurin.



§ 6

 

Sáttmálaeintøk

Hesin sersáttmáli verður undirskrivaður í fimm einsljóðandi eintøkum og fær hvør partur sítt eintak.

 

 

Tórshavn, tann 6. mai 2016