Sáttmáli um vaktarhald

 

Sáttmáli til prentingar

 


 

 

SERSÁTTMÁLI
millum
Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Føroya Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

 

 

§ 1


Øki sáttmálans
Sáttmálin fevnir bert um arbeiðsfólk, sum starvast við vaktararbeiði í einum trygdarfelag og fakliga liggja innan økið hjá omanfyri nevndu feløgunum.

 

§ 2


Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin hjá arbeiðsfólkinum, sum fevnt er av hesum sáttmála er 40 tímar um vikuna í meðal uppgjørt yvir eitt 2 vikur tíðarskeið. Í tíðarskeiðinum juni, juli og august verður uppgerðin gjørd yvir eitt 4 vikur tíðarskeið fyri tey arbeiðsfólk, sum hesa tíð fast arbeiða við M/S Norrønu.

 

Tá vaktirnar verða lagdar, skal hædd verða tikin fyri, at arbeiðsfólkið í miðal hevur ein steðg uttan lønarmiss á í minsta lagi 20 minuttir fyri hvørjar 4 tímar arbeitt verður.

 

Stk.2. Arbeiðið millum kl. 07.00 og 17.00 verður roknað sum normaltíð.

 

Stk.3. Fyri arbeiði ólagaliga tíðir verða latnar hesar viðbøtur afturat vanligu tímalønini:

 

Gerandisdagar millum kl. 17.00 og 21.00        10 %
Gerandisdagar millum kl. 21.00 og 24.00        20 %
Gerandisdagar millum kl. 24.00 og 07.00        25 %
Fyri arbeiði í leygardagssamdøgrinum millum kl. 00.00 og 24.00             30 %

Fyri arbeiði í sunnudagssamdøgninum millum kl. 00.00 og 24.00            40 %

Fyri arbeiði í halgidagssamdøgnum og á føstum frídøgum

smb. viðkomandi høvuðssáttmála millum kl. 00.00 og 24.00                      50 %  

 

Um arbeiðsfólk er møtt til arbeiðis kl. 21.00 ella seinni, verður ikki farið niður í løn fyrr enn viðkomandi hevur havt frí í minsta lagi 6 tímar.

 

Stk. 4. Arbeiði út yvir ta meðal arbeiðstíð, sum er ásett í stk. 1, verður roknað sum yvirtíð.

 

Stk. 5. Har hetta ber til, verður miðja eftir at leggja normaltíð og ólagaliga arbeiðstíð javnt millum arbeiðsfólkini.

 

§ 3

 

Lønarviðurskifti
Tímalønin er sum ásett í høvuðssáttmálunum, íroknað starvsaldur. Fyri fastlønt er mánaðarlønin tímalønin x 173,33 umframt tær viðbøtur, sum nevndar eru í grein 2, stk. 3.

 

Fyri yvirtíð verður goldið eyka:

  • - fyri fyrstu 4 yvirtíðartímarnar 35 %,
  • - fyri næstu 4 yvirtíðartímarnar 50 %
  • - fyri yvirtíðartímar út yvir 8 tímar 75 %

 

Fyri vaktarhald umborð á skipum verður lønin sum ásett í høvuðssáttmálanum fyri slík vaktarhald, tó ongantíð lægri enn kr. 125,00 um tíman.

 

Eingin av arbeiðsfólkunum skulu fara niður í løn, íroknað eftirløn, í sambandi við, at hesin sáttmáli kemur í gildi.

 

§ 4

 

Eftirløn
Arbeiðsfólk fáa umframt lønina, sum nevnd er frammafyri, eftirlønargjald, sum er 3 % av øllum lønarútgjaldingum.

 

Nevnda eftirlønargjald hækkar við 1,5 prosentstigi hvørt ár, roknað frá gildiskomuni av hesum sáttmála, til prosentið er tað sama sum í høvuðssáttmálanum og fylgir síðani høvuðssáttmálanum.

 

§ 5

 

Høvuðssáttmálin
Fyri viðurskifti, sum ikki eru nevnd í hesum sáttmála eru tær til eina og hvørja tíð ásettu reglur í høvuðssáttmálunum galdandi. Tó eru uppsagnartíðin fyri fastlønt sambært

fastlønarsáttmálanum.

 

Starvstíð vunnin áðrenn henda avtala kemur í gildi verður eisini roknað við í samlaða starvsaldurin.

§ 6

 

Gildiskoma og uppsøgn av hesum sáttmála
Hesin sáttmáli er galdandi frá 1. juli 2016 og kann sigast upp til ein 1. september, tó fyrstu ferð til 1. september 2018. Sáttmálin kann bert sigast upp saman við høvuðssáttmálunum, tað vil siga í seinasta lagi 1. januar tað árið, høvuðssáttmálarnir ganga út. Broytingar í sáttmálanum kunnu bert gerast í sambandi við sáttmálasamráðingarnar um høvuðssáttmálarnar.

 

Partarnir vátta, at hesin sáttmáli ikki í aðrar mátar skal teingjast saman við øðrum sáttmála-viðurskiftum partanna millum.

 

§ 7

 

Sáttmálaeintøk

Hesin sáttmáli verður undirskrivaður í 6 eintøkum.

 

 

Tórshavn, tann 6. mai 2016