Fastlønarsáttmáli

§ 1. Setan

 

Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um allar handverkarar, sum arbeiðsgevarar vilja seta við fastari løn.

Stk. 2. Arbeiðsgevarar, sum longu hava fastlønarsáttmála við handverkara, tá ið hesin sáttmáli   kemur í gildi, kunnu alsamt nýta sín sáttmála, men teir handverkarar, ið verða settir við fastari løn eftir 1.oktober 1991, skulu setast eftir hesum sáttmála.

Stk. 3. Setanarprógv verða givin sambært løgtingslóg um setanarprógv.

 

§ 2. Løn

 

Stk. 1. Handverkarar settir eftir fastlønarsáttmálanum fáa eina løn, sum minst er galdandi sveinaløn í høvuðssáttmálanum ganga við mánatímatalinum á 173,33 tímar. Tað er annars upp til partarnar at finna eina hóskandi løn.

Stk. 2. Fyri starvsfólk sett innan 1. oktober 2007 er galdandi, at gjørdar avtalur millum handverkara og meistara ikki mugu gerast verri orsaka av hesari avtalu. Broytingar í slíkum avtalum skulu tí varslast við uppsagnarfreist.

Stk. 3. Tann í stk. 1 ásetta løn er treytað av fullari arbeiðstíð, t.e. 40 tímar um vikuna.

Stk. 4. Fyri handverkarar við niðursettari arbeiðstíð verður lønin roknað lutfalsliga í mun til niðursetta tímatalið.

 

 

§ 3. Yvirtíðarløn

 

Stk. 1. Fyri yvirtíðararbeiði verður goldin yvirtíðarløn eftir § 20 í sáttmálanum um tímalønir millum handverkara- og meistarafelagið.

Stk. 2. Handverkari við niðursettari arbeiðstíð fær bert yvirtíðargjald fyri arbeiði aftaná fult dagsarbeiði.

Stk. 3. Er arbeiðstíðin t.d. 30 tímar um vikuna, og arbeitt verður ein dag í 9 tímar, verður eykalønin: Vanlig handverkara tímaløn fyri 2 tímar, og yvirtíðarløn sambært stk. 1 í hesi grein fyri 1 tíma.

 

 

§ 4. Avspassering

 

Yvirtími, sum er út yvir 40 tíma viku, sum verður avspákaður, skal avspákast í mun til virði á honum

 

§ 5. Tænastuferðir

 

Arbeiðsgevarin rindar allar útreiðslur í sambandi við tænastuferðir.

 

§ 6. Fastir frídagar

 

1. mai er heilur frídagur. Flaggdagur, grundlógardagur, 1.november og jólaaftan eru frídagar aftan á kl.12.

 

§ 7. Frítíðarreglur

 

Frítíð verður veitt handverkara eftir løgtingslóg nr. 30 frá 7. apríl 1986 um frítíð við løn.

 

§ 8. Farloyvi o.a.

 

Stk. 1. Handverkari skal verða loyvt at fáa farloyvi uttan løn, um so er, at tað ikki stríðir ímóti áhugamálum arbeiðsgevarans.

Stk. 2. Tá ið álitisfólk søkja um at sleppa á álitismannaskeið, eigur arbeiðsgevarin at viðgera slíkar umsóknir við vælvild. Sama er galdandi fyri nevndarlimir í handverkarafeløgum.

 

§ 9. Barnsferð

 

Stk. 1. Handverkari, ið er við barn, eigur at siga arbeiðsgevaranum frá 3 mánaðir, áðrenn hon væntar sær at eiga. Ger hon ikki tað, kann arbeiðsgevarin siga henni upp frá tí degi, hon gerst óarbeiðsfør.

 

§ 10. Reglur fyri sjúkraløn, eftirsituløn o.a.

 

Stk. 1. Sjúka

Viðvíkjandi løn undir sjúkralegu, eftirsituløn o.a. verða reglurnar í løgtingslóg nr. 13 frá 30. mars 1958 um starvsmenn at galda.

 

§ 11. Uppsøgn

 

Stk. 1. Starvsavtala kann sigast upp til uppathald við einum mánaða freist til tann fyrsta í einum mánaða, uttan so at avtala er, at arbeiðið er bert fyribils ella sum roynd, og at hesi arbeiðsviðurskifti vara ikki longur enn 3 mánaðir.

Eftir 2 ára starvstíð kann starvsavtala sigast upp við 3 mánaða freist.

Eftir 5 ára starvstíð kann starvsavtala sigast upp við 4 mánaða freist.

 

Fyri handverkarar settar í starv innan 1. oktober 2005 eru reglurnar í løgtingslóg nr. 13 frá 30. mars 1958 um starvsmenn galdandi.

 

Stk. 2. Uppsagnartíðin frá handverkara síðu er leypandi mánaði + 1 mánaða.

 

§ 12. Útbúgvingargrunnur

 

Til útbúgvingar- og eftirútbúgvingar av handverkarum og handverksmeistarum gjalda handverkarar og handverksmeistarar hvør 10 oyru í grunn av hvørjum arbeiðstíma.

 

§ 13. Eftirlønargrunnur

 

Frá 1. oktober 2007 rinda meistararnir 11% av lønini í ein eftirlønargrunn hjá Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna. 1. oktober 2008 hækkar gjaldið við 1% til 12%. 1. oktober 2009 hækkar gjaldið við 1% til 13%.

 

§ 14. Seravtalur

 

Í sáttmálatíðini skal vera møguligt at gera seravtalur millum Føroya Arbeiðsgevarafelag/Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkaranna.

 

§ 15. Gildi sáttmálans

 

Hesin sáttmáli hevur gildi frá 1. oktober 2014, og kann uppsigast av báðum pørtum við 2 mánaða fráboðan, tó í fyrsta lagi at fara úr gildi tann 1. oktober 2016.

 

 

 

 

Protokollat um sáttmála um frálandavinnu:

Partarnir eru samdir um at taka upp samráðingar um ein sáttmála fyri handverkarar, sum arbeiða í frálandavinnu á føroyska landgrunninum.

 

 

Miðað verður ímóti, at hetta arbeiði er liðugt 1. juni 2015.