Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Sersáttmáli - Frálandavinna

 

 

 

 

 


 

Sáttmáli millum
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Og
Reiðarafelagið fyri Farmaskip
Sersáttmáli fyri skiparar og stýrimenn við størri skipum í frálandavinnu
 
 
 

§1 Sáttmálaøki
 

Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um skip, sum eru útgjørd og góðkend til at halda vakt yvir einum og hvørjum, sum hevur við fólk at gera og “Multi purpose standby, supply- og ankarhandling vessels”

Stk. 2. Høvuðssáttmálin millum RFF og FSN er galdandi fyri hesi skip í tann mun niðanfyri nevndu viðurskifti ikki víkja frá høvuðssáttmálanum. Undantiki er tó §7 í høvuðs-sáttmálanum sum ikki er galdandi


§2 Hýrur

 

Stk. 1. Mánaðarliga hýran verður ásett við útgangsstøði í høvuðssáttmálanum fyri tann lønarflokk, sum er galdandi fyri tað ávísa skipið eftir stødd í Bt/kw.

 

Stk. 2. Fasta mánaðarhýran er fyri 12 tímar um samdøgrið.

 

Stk. 3. Lønin er ástett í fylgisskjali til henda sáttmála og er at meta sum partur av hesum sáttmála.
 

Viðbót fyri ásetingina í § 5, stk. 1 í hesum sersáttmála fyri frálandavinnu (Multi purpose sandby, supply- og ankarhandler vessels) er íroknað lønirnar í hesi lønartalvu. Hetta merkir, at verður ásetingin broytt, verður lønartalvan broytt samsvarandi.

 

 

 

§3 Yvirtíð
 

Um farið verður út um 84 tímar um vikuna, verður goldin yvirtíð sambært reglunum í §10 í høvuðssáttmálanum.

 


§4 Frítíð og útmynstring
 

Stk. 1. Arbeitt verður eftir einari 1: 1 skipan. Ferðing er íroknað frítíð, tó í mesta lagi 3 dagar fyri hvørt skeið á 6 vikur. Íroknað hesum frídøgum er frítíð sambært løgtingslóg um frítíð við løn nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum.

 

Stk. 2. Útmynstringin er í mesta lagi 6 vikur umborð, og 3 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir. Um siglt verður uttanfyri Norðurevropa er útmynstringin tó í mesta lagi 8 vikur umborð, og 3 dagar til ferðing samanlagt báðar vegir.

 

Stk. 3. Um farið verður út um ávikavist 6 og 8 vikur umborð verður goldi ½ frídagur eyka fyri hvønn dag út yvir. Um farið verður 14 dagar út um ávíkavist 6 og 8 vikur, verður goldið 1 frídagur eyka fyri hvønn dag út yvir teir 14. Hetta er tó ikki galdandi um skiparin ella stýrimaðurin ynskja at vera longur umborð.


 

§5 Arbeiðssteðgur
 

Stk. 1. Skipari og stýrimenn, ið mynstrað undir hesum sersáttmála frásiga sær rættin til at fara í arbeiðssteðg í eitt 4 ára skeið, roknað frá 1. mars 2016

 

Stk. 2. Hýruhækkingar í høvuðssáttmálanum eru eisini galdandi fyri henda sersáttmála við somu gildiskomu.

 

Stk. 3. Sjálvt um sáttmálin er uppsagdur, og tíðarfreistin fyri endurnýggjan er úti, skulu partarnir yvirhalda gamla sáttmálan til ein nýggjur er góðkendur ella arbeiðssteðgur er settur í verk eftir reglunum niðanfyri.

 

Stk. 4. Partarnir viðurkenna rættin hjá hvørjum øðrum til at lýsa og seta í verk arbeiðssteðg eftir hesum reglum.

 

Stk. 5. Arbeiðssteðgur kann bert setast í verk um so er, at hann er rættstundis fráboðaður mótpartinum.

 

Stk. 6. Um tað er ætlanin at seta arbeiðssteðg í verk, skal tað kunngerast hinum partinum við serligum innskrivaðum brævi í minsta lagi 1 mánaða frammanundan, at arbeiðssteðgurin er ætlaður at verða settur í verk.

 

Stk. 7. Sum arbeiðssteðgur er her at rokna verkfall, verkbann, ella onnur niðurlegging av arbeiðinum. Tað er ikki loyvt at seta í verk arbeiðs¬steðg, meðan sáttmálin er í gildi.


 

§6 Bjarging
 

Um reiðaríið við sáttmála hevur frásagt sær rætt til bjargingarløn, hava skipari og stýrimenn ikki rætt til bjargingarløn.


 

§7 Gildi
 

Stk. 1. Hesin sáttmálin kemur í gildi tann 1. mars 2017, og kann sigast upp frá báðum pørtum við 3 mánaða varningi, fyrstu ferð til 1. mars 2019.


 

Tórshavn, 13. mars 2017

 
 
Føroya Skipara- og Navigatørfelag                                                                            Reiðarafelagið fyri Farmaskip