Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Sersáttmáli - Frálandavinna (smá)

 

 

 

 


 

  
Reiðarafelagi fyri Farmaskip
og
Føroya Skipara- og Navigatørfelag
Sersáttmáli fyri skiparar og stýrimenn
við smærri skipum í frálandavinnu
 
§1 Sáttmálaøki

Stk. 1. Hesin sáttmáli fevnir um skip, sum eru útgjørd og góðkend til at halda vakt yvir einum og hvørjum, sum ikki hevur við fólk at gera (Guard- og Chasevessels).
 

Stk. 2. Ásetingarnar í høvuðssáttmálanum millum RFF og FSN eru ikki galdandi fyri hesi skip. Tó eru hesar greinar í høvuðssáttmálanum galdandi: §1, §2, § 4, §5 stk 2, §5 stk 8, §6, § 12, stk. 3, §17, §19 til og við 23.

 

§2 Hýrur
 

Stk. 1. Skipari og stýrimenn mynstra pr. túr og verða avroknaðir pr. dag:

 

Við undirskrivan
 

Skipari 1. mars 2017: 2.280 kr um dagin
              1. mars 2018: 2.333 kr. um dagin

 

Stýrimaður 1. mars 2017: 2.026 kr um dagin
                     1. mars 2018: 2.072 kr um dagin

 

Afturat hesum kemur frítíðarløn sambært løgtingslóg um frítíð við løn nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum. Reiðaríðið heldur útreiðslur av kosti umborð. Omanfyri nevndu hýrur hækka við sama % stigi sum lønartalvan.


Stk. 2. Reiðaríið flytir vegna manningina frá 1. mars 2017 9% til eina av báðum pørtum góðkenda eftirlønarskipan. Eftir 1. mars 2018 verður eftirlønin 10%. 

Henda skipan er sjálvboðin fyri menn, sum eru fyltir 55 ár, ella eru tilknýttir reiðarínum styttri enn 2 mánaðir.

 

Stk. 3. Skiparar og stýrimenn á skipum fevndum av hesum sersáttmála, ið eru settir í fast starv hjá reiðaríið, eru fevndir av felagsreglunum í høvuðssáttmálanum.

 

 

§3 Arbeiðskor
 

Stk. 1. Útmynstringin er í mesta lagi 6 vikur umborð, og 4 dagar samanlagt til ferðing báðar vegir. Um silgt verður uttanfyri Norðurevropa er útmynstringin tó í mesta lagi 8 vikur umborð, og 4 dagar samanlagt til ferðing báðar vegir.

 

Stk. 2. Um fari verður út um ávikavist 6 og 8 vikur umborð verður goldin ein upphædd svarandi til 25% av daglønini fyri hvønn dagin. Um fari verður 14 dagar út um ávíkavist 6 og 8 vikur, verður goldin ein upphædd svarandi til 50% av daglønini fyri hvønn dagin. Hetta er tó ikki galdandi um skiparin ella stýrimaðurin ynskja at vera longur umborð.


 

§4 Mynstring og uppsøgn
 

Stk 1. Hýringin er galdandi fyri ein túr í senn, frá maður fer heimanífrá til hann er heima aftur.

 

 

Stk 2. Um reiðaríið ynskir at fáa mann við aftur, skal hann boða honum frá hesum innan 7 dagar eftir at túrur er av.

 

Stk 3. Hevur maður lova seg við skipi, og vil hann geva avboð, so skal hetta gerast í seinasta lagi 3 dagar áðrenn farið verður. Halda partarnir ikki skyldu sína smb. hesi grein til at geva avboð rættstundis, so skal reiðari, sum er ov seinur at geva avboð, rinda eina samsýning, sum svarar til 50% av dagløni í:

3 mánaðir fyri skipara
2 mánaðir fyri 1. stýrimann
1½ mánað fyri 2. stýrimann.

Stk. 4. Maður sum gevur avboð ov seint skal rinda reiðarínum í samsýning upphædd, ið svarar til 15 ferðir daglønina, hetta er tó treytað av, at maður minst 10 dagar áðrenn farið verður, fær boð um nær farið verður..

 


§5 Bjarging
 

Um reiðaríið við sáttmála hevur frásagt sær rætt til bjargingarløn, hava skipari og stýrimenn ikki rætt til bjargingarløn.


 

§6 Gildi
 

Stk. 1. Hesin sáttmálin kemur í gildi tann 1. mars. 2017, og kann sigast upp frá báðum pørtum við 3 mánaða varningi, fyrstu ferð til 1. mars 2019.

 

 

13. mars 2017

 
Føroya Skipara- og Navigatørfelag                                                                            Reiðarafelagið fyri Farmaskip