Føroya Skipara- og Navigatørfelag

 

 

► Sáttmáli 2017 til prentingar

 

► Wage Agreement - The Faroese Union of Shipmasters and Navigators 2017 

 


 

Sáttmáli
millum
Føroya Skipara- og Navigatørfelag (FSN)
og
Reiðarafelagið fyri Farmaskip (RFF)
2017
 
Høvuðssáttmáli
 
§ 1 Sáttmálaøki
 

Stk. 1. Hesin sáttmálin er bert galdandi fyri limir í Føroya Skipara og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

Stk. 2. Hesin sáttmáli einsamallur er ikki galdandi fyri skip í frálandavinnuni, men skulu serreglurnar í tí sáttmálanum byggja á henda sáttmálan.

 
§ 2 Starvsseting
 

Stk. 1. Skiparar og stýrimenn verða settir í starv eftir teimum treytum, sum lóggáva og sáttmáli áseta. Tann starvssetti skal hava útflýggjað eitt eintak av starvsavtaluni, ið er undirskrivað av arbeiðsgevaranum.

Stk. 2. Hesin sáttmálin broytir onki í verandi lønar- og frítíðarviðurskiftum og starvstreytum annars hjá limum FSN´s í tann mun, sum hesi viðurskifti og treytir eru betri, enn sáttmálin ásetur.

 
§ 3 Sjúka, vanlukkutilburðir og eftirsitiløn

 

Stk. 1. Má skipari/stýrimaður mynstra av orsakað av sjúku ella vanlukku, sum reiðaríið heftir fyri sbrt. galdandi lóg um starvsviðurskifti hjá sjófólki, fær hann hýru og røktarsamsýning sambært somu lóg. Skipari/stýrimaður fær harumframt aftaná 7 ára starvstíð røktarsamsýning í 4 mánaðir og 3 vikur, og aftaná 10 ára starvstíð røktarsamsýning í 6 mánaðir.

 

Stk. 2. Um skipari ella stýrimaður doyr, meðan hann er í starvi, eigur hjúnarfelagi ella børn undir 18 ár, sum hann hevur skyldu at uppihalda, rætt til eftirsituløn í upp til 3 mánaðir. Hevur hann verið í reiðarínum í 5 ár sum yvirmaður, hava tey rætt til eftirsitiløn í upp til 4 mánaðir. Aftaná 7 ár, 5 mánaðir og aftaná 10 ár, 6 mánaðir. Uppspard frítíð verður at rokna sum verandi umframt omanfyri nevnda.

 
 
§ 4 Trygging av ognum
 

Við skipabrot ella annan skaða, sum t.d. eldsbruni og líknandi, rindar tryggingin hjá reiðarínum skipara/stýrimanni fyri mistar ognir sambært galdandi sjómansløgtingslóg.

 

§ 5 Uppsagnir
 

Stk.1. Uppsagnarfreistin frá reiðara er 1 mánaður til tann seinasta í einum mánaða í fyrstu 6 mánaða starvstíð, og 3 mánaða uppsøgn til seinast í einum mánaði eftir 6 mánaða starvstíð. Uppsagnartíðin verður longd við 1 mánaða fyri hvørt 3. starvsárið, tó longst í 6 mánaðir. Uppsøgn frá skipara/stýrimanni skal gevast við 1 mánaða freist til seinast í einum mánaða. Samsýningin í § 41 í lóg um sjómenn kann mótroknast hesi uppsagnartíð.
 

Sjófólk, sum longu hava vunnið rættindi í mun til § 41 í sjómannalógini, missa tó ikki hesi rættindi. Hesi sjófólk eru sett í starv í ávíkavist 2001, 1998 ella 1995.

 

Stk. 2. Verður skipari ella styrimaður uppsagdur av reiðarínum uttanlands, rindar reiðaríið heimferðina til hansara bústað. Hevur hann ikki mishildið tænastuavtaluna, hevur hann rætt til hýru í 3 mánaðir aftaná uppathald starvsins. Hetta kemur ikki í nýtslu, um so er, at hann er uppsagdur, tí hann hevur mishildið tænastuavtaluna.

 

Stk. 3. Tá uppsøgn er grundað á, at skipið verður lagt, er í dokk ella tílíkt, byrjar uppsagnarfreistin fyri skipara/stýrimenn, ið hava verið meira enn 1 ár í reiðarínum, ikki fyrr enn skipið ella viðkomandi er komið heim til sín bústað.

 

Stk. 4. Skipari og stýrimaður eru skyldugir at fara við tí skipi, reiðaríið ásetur og at verða fluttur frá einum skipi til annað.

 

Stk. 5. Fyri ein skipara ella stýrimann, sum er heima og sigur upp, áðrenn hann skal mynstra aftur, steðgar starvstíðin og við tí rættindini til hýru, tá frítíðin, hann hevur til góðar, er greidd, um so er, at tað ikki ber reiðarínum til at fáa hann umborð á eitt av hinum skipunum í reiðarínum innanfyri restina av tí í stk.1. ásettu uppsagnarfreist.

 

Stk. 6. Heldur skipari ella stýrimaður ikki uppsagnartíð sína, skal viðkomandi rinda reiðarínum gjald svarandi til løn helvtina av uppsagnartíðini.

 

Stk. 7. Um so er, at tað sum nevnt er í stk. 4 og 5 hevur við sær ferðaútreiðslur til og av skipi, rindar reiðaríið hesar útreiðslur.

 

Stk. 8. Støðug uppsøgn, tað er uppsøgn, ið verður tikin uppaftur t.d. 3. hvønn, ella hvønn mánað, er ógyldug.

 

Stk. 9. Nýtsla av rúsevnum í arbeiði, og undir ferðing til skipið, kann hava við sær uppsøgn alt fyri eitt uttan krav um hýru.
 

Stk. 10. Avspáking vunnin í uppsagnartíðini er partur av uppsagnartíðini frá reiðara. Avspáking vunnin áðrenn uppsøgnina telur ikki við í uppsagnartíðina frá manning.

 
 
§ 6 Tagnarskylda

 

Skipari og stýrimaður hava tagnarskyldu viðvíkjandi øllum, ið hevur við reiðaríið at gera, so sum farmagjald, avskipari, móttakari og annað. Brot á tagnarskylduna kann føra uppsøgn við sær.

 
§ 7 Maki
 

Stk. 1. Hevur skipari ella stýrimaður verið í reiðarínum í meira enn 1/2 ár, kann viðkomandi eftir avtalu við reiðaran hava makan við umborð í í mesta lagi 3 mánaðir um árið.

 

Stk. 2. Verður makin umborð í meira enn 3 mánaðir umborð, verður kostpeningur goldin til skipið. Flutningsútreiðslur, ábyrgd og trygging eru reiðarínum óviðkomandi.

 

Stk. 3. Omanfyri nevnda er tó treytað av, at umstøðurnar umborð gera hetta gjørligt, og at skipið ikki er í vinnu, um treytar serliga førleikar til tey, sum eru við skipinum.

 
 
§ 8 Arbeiðstíð
 

Stk. 1. Fasta mánaðarhýran fyri skipara og stýrimenn er fyri 11 tíma arbeiði um samdøgrið.

 

Stk. 2. Arbeiðstíðin verður løgd til rættis av skiparanum.

 

Stk. 3. Meðan lastað og lossað verður, skal altíð ein navigatørur vera á vakt.

 

Stk. 4. Um skipari / stýrimaður av ávísari orsøk noyðist at luttaka í arbeiði á landi (lossing/lasting, krøkja í/krøkja úr, koyra trukk e.l.), verður hann løntur sambært §10, stk.1.

 
 
§ 9 Frídagar og frítíð
 

Stk. 1. Fyri hvørjar 30 dagar umborð fáa skipari og stýrimaður 30 frídagar.
Íroknað hesum frídøgum er frítíð sambært løgtingslóg um frítið við løn nr. 30 frá 7. apríl 1986 við seinni broytingum.

 

Stk. 2. Skipari og stýrimenn hava rætt til at halda 26 samanhangandi frídagar pr. 30 dagar útmynstring.

 

Stk. 3. Skipari og stýrimenn hava rætt til at avspáka ikki hildna frítíð. Í samráð við reiðaríið kann ikki hildin frítíð verða útgoldin.

 

Stk. 4. Um frídagatalið sambært Løgtingslóg um frítíð við løn broytist, verða broytingar at umrokna til frídøgn pr. 30 arbeiðsdagar og lagdar afturat ella tiknar av tí samlaða frídagatalinum. Frídøgnini verða roknað sum:

 

frídøgn = + - frídagatal / (miðal útmynstringar dagatal um árið) x 30

 

Stk. 5. Reiðaríið verður at leggja frítíðina tilrættis soleiðis, at eftir 10 vikur útmynstring eigur viðkomandi fría ferð og frí eftir stk. 1. við somu føstu mánaðarløn, sum undir útmynstring. Verður skift týttari, verður tað uttan kostnað fyri reiðaríið.
 

Stk. 6. Ferðadagar útyvir 1 ferðadag telja sum 0-dagar. Tað vil siga, at løn verður goldin fyri dagin, men frídagur ikki upptjentur.

 

Stk. 7. Í sigling upp á Føroyar kann útmynstringartíðin verða styttri eftir avtalu við reiðaríið.

 

Stk. 8. Fyrsti frídagurin er dagurin aftan á heimkomu til heimland sjómansins, og seinasti frídagurin er dagurin fyri, viðkomandi fer úr heimlandi sjómansins.

 

Stk. 9. Frítíð skal verða avtalað millum skipara/stýrimann og reiðaríið í seinasta lagi 20 dagar áðrenn ætlaða avmynstring.
 

Stk. 10. Fyri útmynstring longri enn 10 vikur verður latið 1/3 frídag pr. dag fyrstu 14 dagarnar og 2/3 frídag pr. dag fyri eftirfylgjandi dagar.

 
 
§ 10 Yvirtíð
 

Stk. 1. Fyri arbeiði, sum skipari/stýrimaður arbeiðir yvir 11 tímar í einum samdøgri, verður útíðartímalønin roknað sum mánaðarløn/173 x 1,2. Afturat hesum verður goldið frítíðarískoyti smb. galdandi lóg um frítíð við løn, í løtuni 1,5%

 

Stk. 1a. Fyri skip í bólkunum 1 og 2 verður tó víst til § 14.

 

Stk. 3. Forvunnin yvirtíð kann í samráð við reiðaríið umroknast til frítíð soleiðis: 2/3 x 8 yvirtímar = 8 vanligar tímar = 1 frídag.

 

Stk. 4. Uppspard frítíð kann, í samráð við reiðaríið, verða útgoldin.

 
 
§ 11 Skeiðvirksemi

 

Stk. 1. Fyri skiparar og stýrimenn við upp til 2 ára starvstíð hava hesi skyldu í álmannakkaárinum eftir boðum frá reiðarínum at nýta upp til 7 álmanakkadagar av frídøgunum til skeiðsvirksemi. Eftir 2 ára starvstíð hava skipari og stýrimenn skyldu til eftir boðum frá reiðarínum í álmanakkaárinum at nýta upp til 4 álmanakkadagar av frídøgunum til skeiðsvirksemi.

 

Allir frídagar, sum verða nýttir umframt hesar geva rætt til ein frídag.

 

Fyri skeiðsútreiðslur yvir kr. 25.000, hildnar fyrstu 2 árini eftir fyrsta starvssetanardag sum navigatørur hjá reiðaranum, hevur reiðarin rætt at krevja hesar skeiðsútreiðslur aftur frá navigatørinum, um hann sigur seg úr starvi ella av lógligari grund verður burturvístur innan fyri 4 fyrstu setanarárini.

 

Afturgjaldskravið verður niðurskrivað soleiðis í mun til starvssetanartíðina:

 

-til og við 3. setanarárið sum navigatørur kunnu verða kravd 100%

 

-4. setanarárið sum navigatørur, kunnu verða kravd 75%

 

Eftir 4. setanarárið sum navigatørur, kann einki verða kravt aftur.

 

Afturgjaldingin skal tó í mesta lagi svara til eina mánaðarløn íalt. Mánaðarlønin er lønin, sum navigatørurin verður løntur við, tá hann sigur seg úr starvi ella verður burturvístur.

 

Reiðarin hevur skyldu til skrivliga at kunna navigatørin um omanfyri nevndu afturgjaldingarreglur. Skeiðsútreiðslurnar eru kostnaðurin fyri skeiðini, ferðing og uppihald.

 

Stk. 2. Eftirlit í sambandi við nýbygging, fundir við reiðaríið og tílíkt virksemi, sum ikki beinleiðis kann kallast skeið/útbúgving, kemur ikki undir hesa reglu.

 

Stk. 3. Hevur skipari ella stýrimaður við árslok ikki biðið reiðaríið um at sleppa at nýta møguligar avlopsdagar (av teimum 7/4) til viðkomandi útbúgvingarendamál næsta álmanakkaár, detta hesir avlopsdagar burtur sum skeiðdagar, men varðveitast sum frídagar.

 

Stk.4. Skipari ella stýrimaður avtala við reiðaríið um teir í stk. 3 nevndu avlopsdagar, og skulu teir nýtast áðrenn árslok næsta ámanakkaár.

 

 

Stk. 5. Vil reiðaríið hava skipara ella stýrimenn á skeið longur enn 7/4 dagar, galda hesar reglur:

• Varar skeiðið longur enn eina viku, skulu leygardagar og sunnudagar ikki nýtast av frídøgunum.

• Varar skeiðið longur enn 4 samanhangandi vikur, og tað eftir hetta verða skeið 4 teir fyrstu dagarnar í vikuni, so verður 5. dagurin í vikuni ikki tikin av frídøgunum.

 
 
§ 12 Lønartalva
 

Stk. 1. Lønartalvan er at síggja í fylgiskjalinum til henda sáttmála, og er at meta sum partur av hesum sáttmála.

 

Stk. 2. Fasta mánaðarhýran er fyri vanliga arbeiðstíð sbrt. § 8, stk. 1.

 

Stk. 3. Skiparin skal vera hægst lønti maður umborð við eini løn, ið er minst 5% hægri, enn næsthægst lønta starv.

 

Stk. 4. Aldursviðbøtur verða roknaðar frá setanardegi til uppsagnardag. Tó verður aldursviðbót, sum ein hevur vunnið í reiðarínum, roknað uppí, um so er, at viðkomandi er farin úr reiðarínum orsakað av honum ikki skyldugari orsøk, ella skúlagongd og líknandi.

 

Stk. 5. Stýrimaður ella skipari, sum uttan skuld ella ynski fær eina bíðitíð aftaná endaða frítíð, fær sína vanligu hýru.

 

Stk. 6. Fyri tilkallivakt verður fyri hvønn vakttíma latið 27,00. Verður stýrimaður tilkallaður, verður latið úrtíðarløn fyri minst 2 tímar. Við tilkallivakt er at skilja, at stýrimaður við í mesta lagið 20 min freist kann møta á arbeiðsstaðnum.

 
 
§ 13 Skipan fyri skipsyvirmenn uttan neyðuga siglingstíð
 

Skipsyvirmenn uttan neyðuga siglingstíð eru sum meginregla fevndir av høvuðssáttmálanum, tó við teimum ásetingum, sum her eru tilskilaðar.
 

Stk. 1. Útmynstringarskipanin er 2-1, soleiðis at skilja, at fyri hvørjar 30 dagar umborð fáa skipsyvirmenn eftir hesi skipan 15 frídagar. Onnur skipan kann verða nýtt, um partarnir eru samdir um hetta.
 

Stk. 2. Reiðaríið verður at leggja frítíðina til rættis soleiðis, at eftir 3 mánaða útmynstring eigur viðkomandi fría ferð og frí eftir stk. 1 við somu føstu mánaðarløn, sum undir útmynstring. Verður skift týttari, verður tað uttan kostnað fyri reiðaríið.
 

Stk. 3. Lønin er ásett í lønartalvunivið 2-1 skipan. Um onnur skipan verður avtalað, eigur lønin at vera tillagað samsvarandi hesari. Upphæddin hækkar framyvir við sama %-stigi sum lønartalvan.

 

Stk. 4. Uppsagnartíðin fyri tey, sum eru sett sambært hesi grein, er 1 mánaði frá reiðaríi og ½ mánaði frá yvirmanninum.

 

Stk. 5. Skipsyvirmaðurin hevur rætt til at fáa frálæru í øllum viðkomandi skipanum umborð, og áleggur tað reiðarínum at bera so í bandi, at hetta kann lata seg gera.
 

Stk. 6. Setanin og ásetingarnar í hesi grein eru bert galdandi í tíðarskeiðnum til yvirmaðurin hevur siglt sær fyrsta vinnubrævið til, ávíkavist STCW III/2 fyri maskinmeistarar og STCW II/2 fyri stýrimenn. Um viðkomandi heldur fram í starvi eftir hetta, er hetta at meta sum nýggj setan, har sáttmálaviðurskiftini og lønin verða sambært vanligu ásetingunum í høvuðssáttmálanum.

 
 
§ 14 Viðbøtur

 

Stk. 1. Fyri sigling í bólki 1 og 2 verða teir, sum ganga vakt, latnar hesar mánaðarligu viðbøtur fyri yvirtíð, um færri enn tríggir vaktnangandi eru umborð á skipinum:

 

Galdandi frá 1. mars 2017

 

 

Skipari

Yvirstýrimaður

1. stýrimaður

Bólkur 1

2.696 krónur

2.462 krónur

2.227 krónur

Bólkur 2

2.930 krónur

2.696 krónur

2.462 krónur

 
Galdandi frá 1. mars 2017
 

 

Skipari

Yvirstýrimaður

1. stýrimaður

Bólkur 1

2.758 krónur

2.519 krónur

2.278 krónur

Bólkur 2

2.997 krónur

2.758 krónur

2.519 krónur

 

Viðbøturnar hækka framyvir við sama % stigi sum lønartalvan.

 
§ 15 Eftirløn
 

Stk. 1. Reiðaríið flytir vegna manningina 9% til eina av báðum pørtum góðkenda eftirlønarskipan. Eftir 1. mars 2018 verður eftirlønin 10%.

Eftirlønargevandi er grundhýran sambært lønartalvuni umframt tær viðbøtur, sum eru nevndar í §2, stk. 3 í sersáttmálanum fyri frálandavinnuna (Multi purpose standby, supply- og ankarhandler vessels).

 

Stk.2. Eftirlønin verður flutt samstundis sum lønin verður goldin.

 
 
§ 16 Kostpeningur
 

Stk. 1. Í tænastu umborð, meðan skipið er heima og kostur ikki fæst, verður goldið kr. 110,00 um dagin.

 

Stk. 2. Í tænastu heimanífrá, tá kostur ikki fæst, verður goldið kr. 290,00 um dagin.
 

Stk. 3. Um skipari/stýrimaður ikki kunnu búgva heima, ella umborð undir hóskandi umstøðum, meðan skipið er til umvælingar, verður hóskandi vist í landi goldið av reiðarínum.

 
 
§ 17 Skifta skip
 

Stk. 1. Tá ið skift verður frá einum skipi til annað, eigur skipari/stýrimaður vanliga hýru í bíðitíðini.

 

Stk. 2. Er maður heimanífrá, fær hann innivist og kost goldið av reiðarínum.

 
 
§ 18 Krígsøki

 

Kemur skipið í økið lýst fyri krígsvanda, skulu Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip taka málið upp beinanvegin.

 

§ 19 Avloysing

 

Tá ið stýrimaður virkar í hægri starvi, verður hann løntur við tí hýru og frítíð, ið svarar til hægra starvið.

 

§ 20

 

Feløgini viðurkenna tað samfelagsgagnliga í, at praktikantar kunnu vera partur av manningini, treytað av, at hetta ikki ávirkar fasta manningartalið.

 

§ 21 Útgjalding
 

Stk. 1. Skipari og stýrimenn hava rætt til at fáa hýruna útgoldna í seinasta lagi tann 1. í mánaðinum, aftaná at hon er forvunnin.

 

Stk. 2. Verður hýran goldin aftaná 10. í mánaðinum, skulu 1,5% leggjast afturat og annars 1,5% fyri hvønn byrjaðan mánað, resthýran ikki er goldin.

 
 
§ 22 Limagjald

 

FSN og RFF eru samdir um, at reiðaríið hevur skyldu til at taka tað til eina og hvørja tíð galdandi limagjald av lønini hjá skipara og stýrimonnum og rinda FSN tað, so hvørt avroknað verður.

 

§ 23 Trygdargrunnur

 

FSN boðar RFF frá, um partar av lønini skulu fara í trygdargrunn ella ikki. Eisini verður sagt frá, hvussu stórur parturin sum prosent av lønini skal vera.

 

§ 24 Broytt viðurskifti

 

Stk. 1. Um so er, at viðurskifti, sum liggja til grund fyri sáttmálan, broytast munandi, kann annar parturin taka málið upp við hin partin.
 

Stk. 2. Partarnir eru samdir um, at teir hava felags áhuga í, at sjómenn og reiðarar eru skipaðir í ávíkavist fakfelag og reiðarafelag.
 

Partarnir skulu eftir tørvi kunna um fyrimunirnar við at vera við í felagsskapi. Eisini skulu partarnir virka fyri at tryggja, at sáttmálin verður hildin.

 

§ 25 Gerðarrættur
 

Stk. 1. Stingur ósemja seg upp partanna millum, hvussu sáttmálin er at skilja, skulu partarnir í fyrstu atløgu royna at greiða ósemjuna við beinleiðis samráðingum.
 

Stk 2. Ivaspurningar um tulking av sáttmálanum verða at leggja fyri Fasta Gerðarrættin.

 
 
§ 26 Sersáttmálar
 

Stk. 1. Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Reiðarafelagið fyri Farmaskip eru samd um, at skiparar/stýrimenn kunnu gera sersáttmála beinleiðis við reiðaríið.

 

Stk. 2. Treytin fyri einum slíkum sersáttmála er:

 

a) At grundreglurnar eru tær somu sum í høvuðssáttmálanum

 

b) At avtalan, ið verður gjørd, samanlagt ikki er verri enn høvuðssáttmálin

 

c) At hóast limirnir hava sersáttmála, at teir tó hava skyldu til at rinda tað til eina og hvørja tíð galdandi limagjald til Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

 

d) At uppsøgn av avtaluni fylgir høvuðssáttmálanum
 

e) Har eginavtalur eru gjørdar millum sjófólk og reiðarí, verður hendan tikin upp tey ár, kollektivar sáttmálasamráðingar annars eru. Miðað verður ímóti, at hon verður tikin upp innan 6 mánaðir eftir, at kollektivu sáttmálasamráðingarnar eru loknar.
 

Umframt dagføring av eginavtaluni, skal samrøðan innihalda eina meting av førleikunum hjá sjófólkinum og framtíðar menningarmøguleikar. Tá talan er um sjófólk eldri enn 60 ár verða eisini møguligar tillagingar í setanarviðurskiftunum viðgjørdar.
 

f) Um sjófólk ynskja at ráðføra seg við yrkisfelag sítt, um avtaluna ella broytingar í henni, skulu tey hava høvi til tess. Yrkisfelagið hevur tagnaðarskyldu um øll viðurskifti í avtaluni.

 
 
§ 27 Gildi


Stk. 1. Hesin sáttmáli kemur í gildi 1. mars 2017 og kann sigast upp frá báðum pørtum við 3 mánaða varningi, fyrstu ferð til 1. mars 2019.

 

Tórshavn, 13. mars 2017



Føroya Skipara- og Navigatørfelag                  Reiðarafelagið fyri Farmaskip
 

 

Protokollat 1

Reiðarafelagið fyri Farmaskip og Føroya Skipara- og Navigatørfelag mæla bæði reiðara og navigatøri til at syrgja fyri, at skaptir verða møguleikar fyri, at útbúgvingin hjá navigatørunum alla tíðina verður dagførd. Hetta við at luttaka á viðkomandi innanhýsis og uttanhýsis skeiðum av bæði leiðsluligum og tøkniligum/fakligum slag.

Hvat viðvíkur vali av viðkomandi eftirútbúgving, sambært grein

22 í sáttmálanum millum partarnar, kunnu partarnir vegleiðandi nevna eftirútbúgving innan fylgjandi øki: Fyrisiting, leiðslu, samskifti, EDV, fígging/løgfrøði, mál, arbeiðsumhvørvi og tøknulig skeið. Harumframt skeið, sum Søfartsstyrelsen og AMU bjóða.

Tórshavn, tann 18. mars 1999

 
Føroya Skipara- og Navigatørfelag                  Reiðarafelagið fyri Farmaskip